Tað eru nógvir bátaeigarar í Vága kommunu, og báthylurin í Miðvági er stórur, men har mangla pláss.
Báthylurin í Miðvági er í dag í tveimum pørtum, tann gamli báthylurin og so tað ið bleiv bygt uppí fyri nøkrum árum síðani. Í tí nýggjara partinum av báthylinum liggja í dag teir størru bátarnir, men teir liggja ikki væl. Tað kemst av, at ov nógvur súður er í sjónum.
Mín ætlan er, um eg verið valdur inn, at báthylurin í Miðvági skal dagførast og gerðast størri. Ein loysn fyri at fáa báthylin størri, er at binda báðar báthylarnar saman. Grótið ið er í millum báðar báthylarnar verður tikið upp, og síðani lagt afturat ímóti bryggjuni, har ið útróðrarbátarnir landaðu áðrenn Snarfrost lat upp aftur.
Ger man tað loysnina, so koma bátarnir ið liggja í hylinum í dag, at liggja nógv tryggari, og afturat at bátarnir koma at liggja tryggari, so verða eisini nógv fleiri pláss í báthylinum enn hvat tað er í dag.
Set X við Jóanis Albert Nielsen
Set X við Borgaralistan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald