Fríggjadagin 16. og leygardagin 17. mai verður árliga Bátastevnan í Vestmanna
Skipað verður fyri nógvum tiltøkum fyri bæði børnum og vaksnum.
Fríggjadagin 16. mai verður ymist undirhald fyri børn. Um kvøldið verða konsertir í stóra tjaldinum har kendir tónleikarar luttaka. Skipað verður fyri matsølu v.m. í tjaldinum.
Leygardagin 17. mai verður suppa o.a. gott at fáa aftan á siglingina av Fútakletti inn á Vestmanna. Seinni sama dag verður ymist at fáa til matna í tjaldinum á keiøkinum. Barnatiltøk við mini-tivoli, fiskibrunni, tombola, andlitsmáling, bóltkasti o.ø. verður leygardagin. Leygarkvøldið verður stóri Bátastevnudansurin í tjaldinum.
Síggið fjølbroyttu og spennandi skránna her
Forsøla av atgongumerkjum
Atgongumerki til øll tiltøkini á Bátastevnuni kunnu keypast í forsølu á hesum støðum:
Vestmanna: Handilin hjá Palla Lamhauge, Magn støðin, Skivan og Á-handilin
Tórshavn: Kunningarstovan Eisini ber til at skriva teldupost til [email protected] ella ringja tlf. 599350, millum kl 8 og 16 gerandisdagar, og bíleggja atgongumerki.
Kostnaður fyri atgongumerki:
- Børn 5 ár og yngri: ??keypis
- Børn 6-12 ár: kr. 80,- í forsølu og kr. 100,- við inngongdina
- Vaksin og børn >13 ár: kr. 195,- í forsølu og kr. 250,- við inngongdina
Bátar og kampingpláss
??tlar tú tær eitt gott fast pláss til bát og húsvogn á Bátastevnuni, so bílegg við at senda teldupost til [email protected], ring til Siri á tlf. 599350 millum kl. 8 og 16 gerandisdagar ella far inn á www.bs.fo og fyll formlarnar út.
Kostnaðurin fyri bæði pláss til húsvogn og bátapláss er kr 500,-. Eitt atgongumerki til øll tiltøkini á Bátastevnuni er við í prísinum. Tilmeldingargjaldið skal flytast á konto nr. 6460-161.208.7 í seinasta lagi fríggjadagin 9. mai. Tá peningurin er goldin, er bíleggingin endaliga staðfest og atgongdarkort verður útflýggjað / sent við postinum.
Eftir 9. mai ber til hjá bæði bátum og húsvognum at koma á Bátastevnu. Tá verður avroknað á staðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald