2014-02-22 19:16
Barnadansistevnan 2014 hevur í dag verið hildin á Giljanesi. Eftir góðan morgunmat í ítróttarhøllini, varð farið í fimleikarahøllina at dansa, uml. 500 børn og vaksin vóru í ringinum fyrrapartin. dansurin gekk av tí allarbesta, stuttligt at síggja og hoyra tey ungu, hvussu væl tey dugdu at dansa og skipa.
Eftir middag sóu fólkini seg um í Miðvági og Sandavági, har dugnalig fólk greiddur frá í Miðvágs kirkju, Sandavágs kirkju, Beitishúsinum og við Minnisvarðan á Steig.
Vit tóku nakrar myndir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald