JN

Barna- og juniorarbeiði nýggjan samleika

...

2013-10-28 17:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Barna- og juniorarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini hevur fingið nýggjan samleika, og tað merkir, at bæði navn og búmerki er nýtt. Nýggja felagsnavnið fyri alt barna- og juniorarbeiðið er Simba. Á eysturafrikanska málinum swahili merkir navnið leyva.

Við nýggja samleikanum ynskir Kirkjuliga Heimamissiónin at styrkja virksemið millum børn og juniorar í Føroyum. Samsvarandi Guds vilja bæði doypa vit børn okkara og læra tey upp í øllum tí, sum Jesus lærdi okkum.

Simba ynskir, at øll børn skulu læra størsta barnavinin, Jesus, at kenna. Hetta er eitt kall frá Jesusi sjálvum, sum sigur: ???Latið smábørnini koma til mín, forðið teimum tað ikki, tí at Guds ríki hoyrir slíkum til.???

Simba ynskir, at barnið verður lært upp í tí kristiliga barnalærdóminum og styrkt í trúnni. Tað hevur við nútíðina, framtíðina, ja, sjálvan ævinleikan at gera.

Simba ynskir at vekja upp ábyrgd og kall ímillum leiðarar í øllum barna- og juniorarbeiði. At geva leiðarum íblástur og áfylling til at læra børnini, so tey læra Jesus at kenna og fylgja honum eftir. At møta barninum við tíð og umsorgan í dagsins samfelagi.

Simba ynskir, ígjøgnum sunnudagsskúlan, juniorarbeiðið, barnaringar, barnakór, barna- og juniorlegur, at liva visjónina: Jesus er besti vinur barnanna.

Simba ynskir at læra barnið bæði sjálvt at taka ímóti, og at geva gleðiboðini víðari um Jesus sum heimsins frelsara, heilt út til ytstu endamark á jørðini.

Simba ynskir at møta børnunum, har tey eru, og bjóðar ymisk konsept fram, so sum sunnudagsskúlar, juniorbólkar, tannáringavikuskifti og legur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder