JN

BankNordik letur føroyskum lesandi legat til nýggja útbúgving

...

2019-02-06 18:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í august byrjar ein nýggjur studentaflokkur fyri ung í Norðuratlantshavi. Næmingar í norðuratlantiskastudentaflokkinum fara komandi trý árini at nema sær studentsútbúgving í Føroyum, Danmark, Íslandi ogGrønlandi. Tey lesandi fara í hesum sambandi at hava útreiðslur til kost, bústað og ferðing millum tey fýralondini.

Í hesum sambandi veitir BankNordik einum føroyskum lesandi í norðuratlantsflokkinum eitt legat á tilsamans 150.000 kr. ??? 50.000 kr. um árið í tey trý árini, útbúgvingin varar.

???Vit stuðla norðuratlantiska studentaflokkinum til tess at geva føroyskum ungdómi møguleikan at nema særhesa fjølbroyttu og øðrvísi studentsútbúgving, sum samstundis loyvir teimum at ferðast og uppliva londini íNorðuratlantshavi. Tað er umráðandi, at vit í Føroyum hava ein ungdóm, sum framhaldandi mennist bæðifakliga og mentanarliga, og hesi menning ynskja vit at vera ein partur av. Tí eru vit fegin um at kunna stuðlaeinum føroyskum lesandi í at uppliva áhugaverda samstarvið millum studentaskúlar í Norðuratlantshavi, ogvónandi kann hetta vera við til at víðka sjónarringin hjá føroyskum ungdómi???, sigur Anja Rein, deildarstjóri íBankNordik.

Til ber at søkja legatið frá BankNordik við at viðfesta legatumsóknina, tá ið umsóknin til útbúgvingina verðursend.

???Við norðuratlantiska studentaflokkinum royna vit nakað nýtt og spennandi, ið fer at styrkjanorðuratlantiska samstarvið og geva næmingunum serligar náttúruvísindaligar og mentanarligar førleikar.Næmingar skulu sjálvir rinda fyri vistarhald og ferðing. Tí er vit sera fegin um legatið frá BankNordik???, sigurPáll Isholm, rektari á Miðnámi á Kambsdali.

Fá meira at vita um legatið frá BankNordik á www.banknordik.fo/ngk ella vitja okkum til opið hús áMiðnámi á Kambsdali í kvøld, mikukvøldið 6. februar kl. 18.00.

Les meira um útbúgvingina á www.nordatlantisk.dk. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder