
BankNordik fer nú at bjóða eitt nýtt, grønt bústaðarlán, ið ger tað bíligari at takalán til sethús og íbúðir, ið verða hitað við varandi orku. Harumframt hevur samtakið sett sær fyri at minka CO2-útlátið frá egnum virksemi við 50% í 2025. Átøkiniskulu vera við til at styðja upp undir grøna orkuskiftið í føroyska samfelagnum.
Lægsta renta á grøna bústaðarláninum verður 2,45%, og til samanberingar er lægstarenta á vanliga bústaðarláninum í dag 2,75%. ???Vit ráðgeva hvønn dag viðskiftafólkum,ið skulu undir at byggja ella umvæla bústaðin, og sum í tí sambandi skulu velja einahitaskipan. Okkara leiklutur sum peningastovnur gevur okkum tí góðan møguleika atstuðla viðskiftafólkunum í at velja grønar orkuloysnir, og hesa ábyrgd vilja vit feginátaka okkum. Við nýggja, grøna bústaðarláninum ber til at velja eina varandi orkuloysnog samstundis fáa eitt bíligari lánsgjald. Á henda hátt vilja vit geva okkara íkast til atseta ferð á grøna orkuskiftið,??? sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.
Grøn orkuskipan - ein góð íløga fyri umhvørvið og pengapungin
??ll viðskiftafólk, ið hita bústaðin við einari grønari orkuskipan, kunnu frá 1. apríl skiftavanliga bústaðarlánið um við nýggja, grøna bústaðarlánið og harvið fáa eina lægri rentuog eitt bíligari lánsgjald. Grønar orkuskipanir eru hitapumpur ??? m.a. jarðhiti - og fjarhiti,ið brúkar varandi orku. Tað er ein treyt fyri at fáa grøna bústaðarlánið, at húsarhaldiðikki brúkar oljufýring. Á henda hátt gerst tað ein fyrimunur fyri bæði umhvørvið ogpengapungin hjá tí einstaka at velja eina grøna orkuskipan.
Lagalig fígging til orkusparandi ábøtur á bústaðin
BankNordik hevur í fleiri ár veitt orkulán, ið ger tað bíligari hjá viðskiftafólkum at geraorkusparandi ábøtur á bústaðin. Orkulánið fer framvegis at kunna brúkast til t.d. bjálving, nýggj vindeygu og til umlegging frá oljufýring til grøna orkuskipan. Lægsta renta er1,75%, og til ber at læna í mesta lagi 300.000 kr. Tey, ið vilja skifta oljufýringina út viðeina varandi orkuskipan, kunnu sostatt fíggja ta íløguna við orkuláni. Tá ið orkuskipaniner skift, kann vanliga bústaðarlánið leggjast um til eitt grønt bústaðarlán við lægri rentu.
Einki hámark á láni til elbilar
Í 2019 fór bankin undir at bjóða elbillán við serliga lagaligari rentu, samstundis sumløðingarstøðir til elbilar vórðu settar upp við allar bankadeildir kring landið. Higartil hevur elbillánið havt eitt hámark á 300.000 kr., men tað markið verður nú strikað, og sostatt verður møguleikin at taka lán til elbilar í BankNordik uppaftur betri. Nýggja, grønabústaðarlánið er tó tann størsta íløgan hjá bankanum í grønu umstillingina higartil.
CO2-útlátið hjá BankNordik skal minka við 50%
Tað eru ikki bara viðskiftafólkini, ið skulu hjálpast á eina grønari kós. Eisini innanhýsis íBankNordik-samtakinum hevur burðardygd fingið alsamt størri týdning. Samtakið mátarCO2-útlátið, ið stavar frá egnum virksemi, og í sambandi við kunngerðina av ársroknskapinum og CSR-frágreiðingini tann 26. februar upplýsti bankin 14 lyklatøl, ið lýsa taávirkan, ið virksemið hevur á umhvørvi og fólk. Leiðslan hevur sett sær sum mál atminka CO2-útlátið við 50% í 2025, og hetta skal m.a. røkkast við at skifta allar bilar útvið elbilar, við at leggja um til varandi orkuskipanir í bygningum, og við at SEV sumætlað fer at veita grønari streym komandi árini.
Tey, ið vilja hava meira at vita um nýggja, grøna bústaðarlánið, og møguleikarnar at fáafígging til umlegging til grønar orkuskipanir, kunnu seta seg í samband við sín ráðgeva íbankanum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald