2013-12-27 18:10
Leivur Højgaard, deildarstjóri í Saltangará, hevur tikið avgerð um at fara úr starvi sínum sum deildarstjóri í BankNordik komandi summar, tá hann verður 65 ár.
Leivur hevur starvast í bankanum í 47 ár, og seinastu 21 árini hevur hann havt dagligu leiðsluna av deildini í Saltangará.
Leivur Højgaard
???Vit takka Leivi fyri trúgva tænastu og fyri tað stóra arbeiðið, hann hevur gjørt í bankanum. Leivur hevur havt ein sera týðandi leiklut fyri bæði starvsfólk og kundar, og eingin ivi er um, at vit komandi summar fara at siga farvæl við eitt starvsfólk, ið stórur saknur verður í???, sigur John Rajani, stjóri í BankNordik.
Fyrireikingarnar til deildarstjóraskiftið í Saltangará komandi summar eru komnar væl áleiðis. ???Vit eru sera fegin um at kunna boða frá, at Sæunn L. Nolsøe fer at taka við starvinum sum deildarstjóri eftir Leiv í Saltangará. Sæunn hevur drúgvar royndir innan peningastovnsvirksemi í Føroyum, og fremsta uppgáva hennara verður at halda fram við áhaldandi menningini av virksemi bankans í Saltangará og økinum har í nánd???, sigur John Rajani.
Sæunn L. Nolsøe (mynd:Lars Svanekær)
Tá Sæunn byrjar í nýggja starvinum í BankNordik, fer hon úr verandi starvi sínum sum samskiftisleiðari í Tele-Post í Grønlandi, har hon hevur starvast síðani 2010. Sæunn hevur harumframt starvast sum leiðari í Eik í fleiri ár, har hon eisini tók peningastovnsútbúgving og hægri útbúgving. Komandi vár flyta Sæunn og familjan úr Grønlandi og heim aftur til Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald