BankNordik kunnger roknskapin fyri fyrra hálvár 2015:
Framgongd fyrra hálvár í 2015 sammett við fyrra hálvár í 2014
· Rakstrarúrslitið hjá BankNordik fyri virðisjavna og eingangsútreiðslur var 88 mió. kr. fyrra hálvár í 2015. Hetta er ein framgongd á 20 mió. kr. samanborið við fyrra hálvár í 2014.
o Niðurskrivingarnar vóru 25 mió. kr. lægri enn fyrra hálvár í 2014.
o Rentuinntøkurnar vóru 3 mió. kr. hægri enn undanfarna hálvár. Framgongdin stavar frá øktum kundaskara og útlánum, ið eru økt við eini hálvari mia. kr.
o Inntøkurnar frá tænastugjøldum vóru 24 mió. kr. hægri enn fyrra hálvár í 2014 orsakað av nógvum virksemi innan íløgurøkt og realkreditt.
o ??treiðslurnar vóru 10 mió. kr. hægri enn fyrra hálvár í 2014 orsakað av størri KT-útreiðslum, har meginparturin var eingangsútreiðslur. Starvsfólkahópurin er minkaður við 21 starvsfólkum sammett við fyrra hálvár í 2014.
o Nettotryggingarinntøkurnar vóru 11 mió. kr. lægri enn fyrra hálvár í 2014. Høvuðsorsøkin er serstakliga ringa veðrið í Íslandi síðsta vetur.
· ??rslitið hjá BankNordik fyri skatt var 79 mió. kr. sammett við 85 mió. kr. fyrra hálvár í 2014.
o Eingangsútreiðslurnar vóru 14 mió. kr. samanborið við 1 mió. kr. fyrra hálvár í 2014 og stava frá uppsagnarlønum í sambandi við bygnaðartillagingar í mai 2015.
o Virðisjavnin var 5 mió. kr. sammett við 17 mió. kr. í fyrra hálvári 2014.
???Vit fegnast um at staðfesta framgongd í inntøkunum, og tað er eisini nøktandi, at kundarnir gerast fleiri í tali, útlánini vaksa, niðurskrivingarnar eru lágar, og at inntøkurnar eru í samsvari við væntanirnar???, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.
???Eftir at hava endurskoðað tørvin hevur nevndin lækkað málið fyri kjarnukapital bankans í 2019 við einum hálvum prosenti - t.e. 61 mió. kr. - til 13,0%. Í dag er kjarnukapitalurin 12,2%,??? sigur Janus Petersen.
Munandi framgongd 2. ársfjórðing í 2015 sammett við 2. ársfjórðing í 2014
· Rakstrarúrslitið hjá BankNordik fyri virðisjavna og eingangsútreiðslur var 70 mió. kr. í 2. ársfjórðingi, ein framgongd á 26 mió. kr. samanborið við 2. ársfjórðing í 2014.
o Bankin afturførdi niðurskrivingar fyri 5 mió. kr. í øðrum ársfjórðingi, ein framgongd á 25 mió. kr. sammett við 2. ársfjórðing í 2014.
o Rentuinntøkurnar vóru 1 mió. kr. hægri enn í 2. ársfjórðingi 2014.
o Inntøkurnar frá tænastugjøldum vóru 10 mió. kr. hægri enn í 2. ársfjórðingi 2014.
o ??treiðslurnar vóru 4 mió. kr. hægri enn í 2. ársfjórðingi 2014.
o Nettotryggingarinntøkurnar vóru 4 mió. kr. lægri enn í 2. ársfjórðingi 2014.
· ??rslitið hjá BankNordik fyri skatt var 15 mió. kr. sammett við 54 mió. kr. í 2. ársfjórðingi 2014.
o Eingangsútreiðslurnar vóru 14 mió. kr. í mun til 1 mió. kr. í 2. ársfjórðingi 2014.
o Kurstap á 40 mió. kr. sammett við 9 mió. kr. í kursvinningi í 2. ársfjórðingi 2014.
Søla av tryggingarfelagnum Vørði
Avgerð bankans um í størri mun at savna seg um bankavirksemið hevði í 2. ársfjórðingi við sær, at sølan av íslendska tryggingarfelag bankans varð sett í verk. Sølan verður væntandi endaliga framd í ár.
Væntanir fyri 2015
Leiðsla bankans væntar framvegis, at úrslitið fyri 2015 sum heild verður 200-240 mió. kr. fyri niðurskrivingar, eingangsútreiðslur, virðisjavna og skatt. Fyri hálvárið gjørdist hetta úrslitið 103 mió. kr., og væntandi verður úrslitið betri komandi hálvár, treytað av at útreiðslugongdin verður sum ætlað, og tryggingarúrslitið kemur aftur í rættlag.
Við ársbyrjan varð væntað, at niðurskrivingarnar á útlánum fóru at vera lægri enn í fjør, tá tær vóru 85 mió. kr. (netto). Fyrra hálvár vóru niðurskrivingarnar 15 mió. kr. (netto), og tískil verða samanlagdu niðurskrivingarnar fyri árið nú væntandi munandi lægri enn í fjør.
Væntanirnar eru knýttar at óvissu og treytaðar av búskaparligu viðurskiftunum, undir hesum pengapolitisku tiltøkunum hjá tjóðbankunum.
Góður solvensur ??? og málið fyri kjarnukapital lækkað
Við einum solvensi á 15% við hálvársskiftið hevði BankNordik eitt rásarúm á 6,1 prosentstig í mun til lutfalsliga lága kapitalkravið á 8,9%, sum endurspeglar neyvu váðastýring bankans.
Bankin verður í ár væntandi fevndur av nýggju reglunum um kapitaldekning (CRD IV) umframt tilnevndur SIFI peningastovnur. Bankin hevur áður boðað frá ætlan síni um at hava ein kjarnukapital á 13,5%, men hevur nú lækkað hetta við 0,5%. ??tlan bankans er sostatt at røkka einum veruligum kjarnukapitalprosenti á 13% umframt einum solvensi á 16,5% í 2019. Við einum veruligum kjarnukapitalprosenti á 12,2% við hálvársskiftið nærkast bankin longu nú sínum máli viðvíkjandi kjarnukapitali fyri 2019.
Høvuðstøl
Mió. DKK | H1 2015 | H1 2014 | Q2 2015 | Q1 2015 | Q4 2014 | Q3 2014 | Q2 2014 |
| |||||||
Rentuinntøkur, netto | 253 | 258 | 127 | 126 | 125 | 125 | 126 |
Inntøkur frá tænastugjøldum, netto | 118 | 94 | 64 | 53 | 52 | 48 | 54 |
Tryggingarinntøkur | 17 | 28 | 16 | 1 | 22 | 26 | 20 |
Aðrar rakstrarinntøkur | 5 | 8 | 3 | 2 | 3 | 3 | 4 |
Rakstrarinntøkur * | 392 | 388 | 211 | 182 | 202 | 201 | 205 |
Rakstrarútreiðslur * | -278 | -268 | -140 | -138 | -130 | -125 | -136 |
Sektorútreiðslur v.m. | -11 | -12 | -6 | -5 | -5 | -6 | -6 |
??rslit fyri niðurskrivingar * | 103 | 108 | 65 | 39 | 68 | 70 | 62 |
Niðurskrivingar á útlánum (netto) | -15 | -40 | 5 | -20 | -29 | -17 | -19 |
Rakstrarúrslit * | 88 | 68 | 70 | 18 | 39 | 53 | 44 |
Eingangsútreiðslur | -14 | -1 | -14 | 0 | -250 | 0 | 1 |
??rslit fyri virðisjavna og skatt | 74 | 67 | 56 | 18 | -12 | 53 | 45 |
Virðisjavni | 5 | 17 | -40 | 46 | -4 | -4 | 9 |
??rslit fyri skatt | 79 | 85 | 15 | 64 | -226 | 49 | 54 |
|
|
| |||||
Innlán v.m., mia. DKK | 12,9 | 12,3 | 12,9 | 12,3 | 12,6 | 12,3 | 12,3 |
??tlán v.m., mia. DKK | 10,7 | 10,2 | 10,7 | 10,6 | 10,5 | 10,3 | 10,2 |
Eginogn, mia. DKK | 2,0 | 2,2 | 2,0 | 2,0 | 2,0 | 2,2 | 2,2 |
Solvensur | 15,0% | 14,6% | 15,0% | 14,6% | 14,8% | 14,1% | 14,6% |
Gjaldføri í mun til lógarkrav | 173% | 156% | 173% | 157% | 182% | 166% | 156% |
??treiðslur / Rakstrarinntøkur | 71% | 69% | 71% | 76% | 64% | 62% | 66% |
Tal av starvsfólkum (FTE), ult. | 490 | 510 | 490 | 504 | 506 | 513 | 51 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald