Vinna

BankNordik betraði úrslitið

...

2013-11-13 15:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hóast herda kapping, lægri rentumarginal og niðurskrivingar á útlánum gjørdist úrslitið hjá BankNordik fyri ársins fyrstu níggju mánaðir 102 mió. kr. fyri virðisjavna og skatt. Til samanberingar var úrslitið 66 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. ??rslitið áðrenn skatt var 124 mió. kr. ??treiðslurnar eru minkaðar munandi til frama fyri bæði lønsemið og kappingarførið.   

 
Alsamt fleiri vinnukundar í BankNordik merkja økt virksemi, bjartari framtíðarvónir og hætta sær aftur at gera íløgur í nýggjan útbúnað og nýtt virksemi. Hetta sæst á øktu útlánunum til fyritøkur. Hinvegin eru avdráttirnir frá privatkundum framvegis størri enn nýggju lántøkurnar, og samanløgdu útlán bankans eru sostatt minkað eitt vet.  
  
Effektiviseringin av bygnaðinum í bankanum seinastu árini er í stóran mun gagnnýtt til at stimbra kappingarførið. Kundanøgdsemið er gott og vaksandi, og BankNordik tekur virknan lut í øktu kappingini við fyrimunarligum prísum á bæði innlánum og útlánum. Afturat lægru útlánunum ber hetta tó, sum væntað, eitt ávíst trýst á inntøkur bankans við sær. 
 
???Kundarnir hava tikið væl ímóti nýggju fyrimunaskipan okkara, ið tryggjar persónliga tænastu og samstundis gevur kundunum munandi fíggjarligar fyrimunir, tá teir savna síni fíggjarviðurskifti hjá okkum. Á henda hátt gera vit íløgur í at menna langskygd sambond við kundarnar og styrkja støðu okkara á marknaðinum???, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik. 
 
Rakstrarúrslit á 221 mió. kr. fyri niðurskrivingar
Inntøkur bankans taldu 640 mió. kr. ársins fyrstu níggju mánaðir og 204 mió. kr. seinasta ársfjórðingin, tá lutfalsliga stórir skaðar settu sín dám á tryggingarvirksemi samtaksins. ??treiðslurnar eru minkaðar við 31 mió. kr. til 418 mió. kr. ársins fyrstu tríggjar ársfjórðingar. 
 
Eftir hetta gjørdist rakstrarúrslitið 221 mió. kr. fyri niðurskrivingar í mun til 210 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. ??rslitið fyri triðja ársfjórðing gjørdist 68. mió. kr.
Niðurskrivingarnar á útlánum fyri ársfjórðingin vóru 32 mió. kr. (netto). Fyri árið sum heild verða niðurskrivingarnar væntandi eitt sindur størri enn í 2012, tá tær vóru 115 mió. kr.
 
Eftir niðurskrivingar, ikki afturvendandi útreiðslur og íkast til innskjótaratrygdar-grunnin gjørdist úrslitið ársins fyrstu níggju mánaðir 102 mió. kr. fyri virðisjavna og skatt samanborið við 66 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. ??rslitið áðrenn skatt gjørdist 124 mió. kr.
 
Varðveita væntanirnar til ársúrslitið
BankNordik heldur fram við menningini av samtakinum í samsvari við strategi bankans, ið serliga leggur dent á góða kundatænastu, lønsemi og váðastýring.
Hóast jalig tekin í føroyska og altjóða búskapinum røkist ikki fyri øktum eftirspurningi eftir útlánum í næstum. Samstundis er eitt munandi kappingartrýst á rentumarginalin. Harafturat er roknskapur bankans í ár og komandi árini tyngdur av, at útreiðslur á uml. 25 mió. kr. fara til at byggja upp innskjótaratrygdargrunnin.
 
Við atliti at hesum viðurskiftum verður framvegis væntað, at heildarúrslitið fyri virðisjavna og skatt í 2013 verður 130-160 mió. kr., ið er ein munandi framgongd frá 102 mió. kr. í 2012.
 
Solvensur og gjaldføri eru góð
??tlán bankans eru væl spjadd við sløkum 60 % til privatkundar og almennar myndugleikar, eini breiðari spaðing á vinnugreinar og bert fáum stórum avtalum. Henda váðamyndin verður endurspeglað í solvenstørvinum á 8,9 %, ið telist millum teir lægstu samanborið við danskar peningastovnar, og sum er nær lógarkravinum um minst 8 %. Við einum solvensi á 14,5 % hevur bankin eitt rásarúm á 5,6 prosentstig í mun til solvenstørvin.
Orsakað av stóra innlánsavlopinum hevur BankNordik eitt sera gott gjaldføri, nevnliga 163% omanfyri kravda stigið.

Nærri kunning
Janus Petersen, forstjóri, tlf. 330 340
Árni Ellefsen, fíggjarstjóri, tlf. 330 348
Johnny í Grótinum, Investor Relations, tlf. 330 380, [email protected]
 
 
Høvuðstøl
Mió. DKK
Q3
2013
Q2
2013
Q1
2013
Q4
2012
Q3
2012
Q1-3
2013
Q1-3
2012
2012
 
 
 
 
 
 
 
 
 
Rakstrarinntøkur*
204
230
206
236
224
640
660
895
Rakstrarútreiðslur*
-136
-142
-141
-143
-145
-418
-449
-592
??rslit fyri niðurskrivingar*
68
88
65
93
79
221
211
303
Niðurskrivingar á útlánum, netto
-32
-20
-55
-35
-14
-107
-79
-115
Rakstrarúrslit*
35
68
10
58
65
114
131
188
Serligar útreiðslur
0
18
-10
-15
-1
8
-61
-77
Sektorútreiðslur v.m.
-4
-8
-8
-7
0
-20
-4
-9
??rslit fyri virðisjavna og skatt
31
79
-8
36
64
102
66
102
Virðisjavni
16
-16
22
6
4
22
14
19
??rslit fyri skatt
47
63
14
42
68
124
80
121
 
 
 
 
 
 
 
 
 
Innlán v.m.           mia. DKK
12,0
12,3
12,8
12,7
13,1
 
 
 
??tlán v.m.            mia. DKK
10,6
10,7
10,8
11,3
11,3
 
 
 
Ognir til samans  mia. DKK
16,9
17,4
17,8
17,6
17,8
 
 
 
Eginogn  mia. DKK
2,2
2,1
2,1
2,1
2,0
 
 
 
Solvensur
14,5%
15,4%
14,9%
14,8%
13,8%
 
 
 
Gjaldføri í mun til lógarkrav
2,6 x
2,8 x
3,0 x
2,5 x
2,7 x
 
 
 
Rakstrarútreiðslur/ Rakstrarinntøkur
66%
62%
68%
61%
65%
 
 
 
Tal av starvsfólkum (FTE), ultimo
517
529
533
550
577
 
 
 
 
* Javnað fyri ikki afturvendandi útreiðslur umframt aðrar serligar útreiðslur (virðisjavni og sektorútreiðslur v.m.) Fleiri upplýsingar eru at finna í frágreiðingini fyri ársfjórðingin (tó bert á enskum). 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder