2013-08-13 13:26
Annar ársfjórðingur gjørdist besti ársjórðingur samtaksins í nýggjari tíð, hvat viðvíkur rakstrarúrsliti. Eftir kostnaðarskerjingar í 2012 og við ársbyrjan í 2013 gjørdist hálvársúrslit bankans 77 mió. kr. fyri skatt.
Framdu umleggingarnar seinastu árini seta sín dám á hálvársroknskap bankans. Sostatt vóru útreiðslurnar 7 % lægri fyrra hálvár í 2013 samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Inntøkurnar fyri árshelmingin vóru 436 mió. kr., sum er á sama stigi sum í 2012. Hetta endurspeglar ein lægri eftirspurning eftir útlánum og kredittum, samstundis sum inntøkurnar frá tryggingarvirksemi samtaksins eru øktar.
Rakstrarúrslitið fyri fyrra hálvár 2013 gjørdist eftir hetta 154 mió. kr. fyri niðurskrivingar í mun til 131 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin fevndi bæði um banka- og tryggingarvirksemið og taldi til samans 18 %.
???Vit hava skert útreiðslurnar 7 % í mun til í fjør, og av tí at niðurskrivingarnar eru í samsvari við væntanirnar, hava vit í øðrum ársfjórðingi fingið besta rakstrarúrslitið í nýggjari tíð,??? sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.
Niðurskrivingar á útlánum í øðrum ársfjórðingi eru uppgjørdar til 20 mió. kr. Aftrat teimum serliga stóru niðurskrivingunum í fyrsta ársfjórðingi gjørdust niðurskrivingarnar fyri hálvárið samanlagt 75 mió. kr. Við teirri fyritreyt at samfelagsbúskapurin ikki versnar, væntar bankin framvegis, at niðurskrivingarnar í 2013 sum heild fara at vera á sama stigi sum í 2012, tá tær vóru 115 mió. kr.
Eftir niðurskrivingar gjørdist rakstrarúrslitið fyri fyrra hálvár 78 mió. kr., og av hesum stavaðu 68 mió. kr. frá inntøkum í øðrum ársfjórðingi. Sostatt gjørdist annar ársfjórðingur ein hin besti nakrantíð. Við í hálvársúrslitinum á 77 mió. kr. fyri skatt eru ikki afturvendandi postar á netto 8 mió. kr., ið fevna um útreiðslur á 10 mió. kr. til umleggingar og 18 mió. kr. í vinningi frá sølu av bygningum.
???Endamálið við umleggingunum var bæði at økja inntøkuna og at styrkja kappingarførið,??? sigur Janus Petersen.???Hesum fáa kundarnir ágóðan av við nýggju fyrimunaskipan okkara, Nordik360, har vit hava lækkað prísirnar. Hetta fer at minka um inntøkuna komandi ársfjórðingarnar, men væntandi fara lagaligu prísirnir at hava eina tilgongd av kundum við sær, eins og virkisgrundarlagið í longdini verður styrkt.
Solvensur og gjaldføri eru framvegis góð
??tlán bankans eru væl spjadd við sløkum 60 % til privatkundar og almennar myndugleikar, eini breiðari spaðing á vinnugreinar og bert fáum stórum avtalum. Henda váðamyndin verður endurspeglað í solvenstørvinum á 8,7 %, ið er nær lógarkravinum um minst 8 %. Eftir at hava afturrindað 100 mió kr. av statsligum hybridum kjarnukapitali tann 1. august 2013 hevur bankin ein solvens á 14,6 %, uppgjørt eftir váðamettum ognum við hálvársskiftið, og sostatt eitt rásarúm á 5,9 % í mun til tørvin.
Verksetingin av nýggju reglunum fyri kapitaltrygd (CRD IV) 1. januar 2014 fer væntandi at hava eina solvenslækking á 0,50 prosentstig við sær. Tá hetta er drigið frá, hevur bankin framvegis ein solvensyvirdekning á 5,4 prosentstig, sum mótsvarar hækkingini í solvenstørvinum á 5 prosentstig, sum sambært nýggju reglunum verður verksett so líðandi frá 2016 til 2019. Dagligu inntøkur bankans verða tískil væntandi nøktandi til at gjalda aftur ábyrgdarlán og at lúka herdu solvenskrøvini umframt eina møguliga tilnevning til SIFI stovn í Føroyum og Grønlandi.
Orsakað av stóra innlánsyvirskotinum og góða gjaldførinum hevur BankNordik seinastu mánaðirnar verið afturhaldin á avtalumarknaðinum fyri innlán. Harumframt er ein øktur partur av samansparingini hjá kundunum fluttur í virðisbrøv. Innlán bankans minkaðu sostatt við 469 mió. kr. í øðrum ársfjórðingi. Við hálvársskiftið var gjaldførið kortini framvegis gott, nevnliga 2,7 ferðir kravda stigið.
Varðveita væntanirnar til ársúrslitið í 2013
BankNordik heldur fram við menningini av samtakinum í samsvari við strategi bankans, ið serliga leggur dent á góða kundatænastu, lønsemi og váðastýring.
Búskaparvøksturin, og harvið eisini lánseftirspurningurin, er framvegis avmarkaður, og tí eru ikki útlit fyri, at lánini fara at økjast. Niðurskrivingarnar í 2013 fara sum nevnt væntandi framvegis at liggja á sama stigi sum í 2012. Roknskapur bankans er í 2013 tyngdur av, at útreiðslur á uml. 25 mió. kr. fara til at styrkja innskjótaratrygdargrunnin. Hetta verður eisini galdandi komandi árini.
Við atliti at hesum viðurskiftum verður framvegis væntað, at heildarúrslitið fyri virðisjavna og skatt í 2013 verður 130-160 mió. kr., ið er ein munandi framgongd frá 102 mió. kr. í 2012, sigur bankin í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald