2021-07-02 09:17
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Bakkanes kom inn í dokkina á Skála í morgun og er umbyggingararbeiðið nú av álvara farið í gongd.
Arbeiðið at umbyggja Bakkanes til FSV tænastuskip er rúgvusmikið, og fevnir millum annað um sandblásing og máling, íseting av fýra Melcal kranum og spølum og 6 kapstannar. Harumframt stendur MEST fyri íseting av nýggju FLS avlúsingarskipanini og tilhoyrandi A-rammu, sum verður sniðgivin og framleidd á MEST, til handfaring av slangum.
Tá skipið er umbygt skal skipið í tænastu í Skotlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald