Rakstrarúrslitið fyri 1. hálvár 2014 var 398 milliónir fyri skatt og 213 milliónir eftir skatt samanborið við ávikavist 274 milliónir og 252 milliónir 1. hálvár 2013.
Hægri skattur er høvuðsorsøkin til lægra úrslitið eftir skatt. Alideildin hevur framvegis gott úrslit, og felagið vinnur nú aftur pening við framleiðsluni av liðugvørum. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri royndist eisini sera væl, bæði tí marknaðurin hevur verið uppgangandi, og meira rávøra varð landað í Fuglafirði í øðrum ársfjórð-ingi.
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:
???Annar ársfjórðingur royndist sera væl hjá okkum, og øll virkisøkini góvu yvirskot. Lívfrøðiliga gongdin er góð, og sáttmálaprísirnir fyri okkara virðisøktu vørur eru nú á einum hægri støði enn nakrantíð áður. Laksaprísurin á spotmarknaðinum hevur tó verið fallandi orsaka av hægri útboði av laksi, men vit vinna pening við framleiðsluni av virðisøktum vørum. Hjá Havsbrún royndist ársfjórðingurin eisini væl.???
Rakstrarúrslitið fyri annan ársfjórðing hjá Bakkafrost var 212 milliónir í mun til 169 milliónir sama tíðarskeið í fjør. Eftir skatt var úrslitið 126 milliónir samanborið við 184 milliónir ífjør.
Bakkafrost seldi tilsamans 11.212 tons av laksi og setti 1,9 milliónir smolt út í øðrum ársfjórðingi 2014.
??rslitið frá primerum rakstri í øðrum ársfjórðingi hjá alideildini var 160 milliónir krónur í mun til 200 milliónir í sama tíðarskeiði í 2013. Orsøkin til lækkingina er lækkandi laksaprísur ??? tøkan av laksi var nakað hægri í 2014.
Liðugvørudeildin hevði eitt yvirskot frá primerum rakstri áljóðandi 20 milliónir krónur í øðrum ársfjórðingi móti einum undirskoti á 42 milliónir krónur fyri sama tíðarskeið í 2013. Orsøkin til betraða úrslitið er hægri sáttmálaprísir og lægri rávøruprísir.
Havsbrún, sum framleiðir fiskamjøl, lýsi og laksafóður, hevði eitt úrslit frá primerum rakstri á 51 milliónir krónur í øðrum ársfjórðingi 2014 í mun til 25 milliónir krónur í sama tíðarskeiði í 2013. Orsøkin er, at felagið hevur fingið hendur á væl meira rávøru í ár, bæði at nýta til laksafóður og at selja uttanlands sum mjøl.
30. juni 2014 hevði Bakkafrost samtakið eina samlaða nettoskuld áljóðandi 555 milliónir krónur í mun til 639 milliónir við ársenda 2013. Samstundis hevði samtakið ótroyttar kredittir á 738 milliónir krónur. Solvensurin hjá Bakkafrost var 53%.
Bakkafrost hevur um 640 fulltíðarstørv, av hesum eru um 200 í liðugvørudeildini og 75 á Havsbrún.
??TLIT
Marknaðurin
??tboðið av laksi er væntað at økjast 8% í 2014. Orsøkin er betri vøkstur í Norra, av tí at sjógvurin hevur verið heitari, og at Kili framleiðir meira av laksi. Vøksturin í útboðnum byrjaði í 2 ársfjórðingi og heldur væntandi fram í triðja ársfjórðingi, meðan eingin útboðsvøkstur er væntaður í fjórða ársfjórðingi. Støðan við russiska innflutningsbanninum av laksi úr ES og Norra kann hava eina neiliga ávirkan á laksaprísin komandi mánaðir-nar. ??tlitini fyri 2015 eru tó góð, tí bert 1% vøkstur er væntaður í útboðnum.
Norsku alifeløgini hava fingið lagaligari treytir fyri mest loyvda tonsatali av fiski í sjónum sum fylgja av kreppuni við Russland. Hetta kann merkja, at alararnir fara at útseta at kryvja nakað av fiski í 2014 til 2015. Hetta kemur væntandi at lætta trýstið á marknaðin.
Fyri at minka um marknaðarváðan selur Bakkafrost laksin á øllum teimum stóru marknaðunum í heiminum: USA, Fjareystri, Evropa og Russlandi. Sølan til Russlands hevur ikki verið stór seinastu ársfjórðingarnar, men kann fara at økjast komandi tíðina, av tí at føroyskur laksur ikki er fevndur av russiska innflutningsbanninum.
Aling
??tlitini hjá alideildini eru góð. Lívfrøðiliga støðan er góð, og marknaðarútlitini eru góð. Bakkafrost væntar at taka 45-48.000 tons av laksi í kruvdari vekt í 2014. Hetta er heldur meira enn í 2013. Umleið 55% verða seld á spotmarknaðinum og 45% sum virðisøktar vørur.
??tlandi verða 11,6 milliónir smolt sett út í 2014.
Metingin um tøkuna av fiski er altíð tengd at einari ávísari óvissu m.a. tí lívfrøðiligu gongdini. Sum heild er lívfrøðiliga gongdin í Føroyum góð. Bakkafrost arbeiðir áhaldandi saman við hinum alifyritøkunum í Føroyum við at niðurberja lúsina og betra um mannagongdirnar. Alifyritøkurnar í Føroyum gera áhaldandi samskipað tiltøk í hesum sambandi.
Mjøl, lýsi og fóður
??tlitini hjá Havsbrún eru góð. Rávørustøðan er batnað munandi, eftir at svartkjaftastovnurin er komin fyri seg aftur. Eisini tekur Havsbrún móti avskurði frá pelagisku virkjunum. Tó er altíð stór óvissa um rávørustøðuna. Um so er, at Havsbrún ikki fær nógmikið av rávøru til framleiðsluna av mjøl og lýsi til fóðurframleiðsluna, hevur felagið møguleika at innflyta rávørur í staðin.
Fyri fóðurdeildina hjá Havsbrún er føroyski marknaðurin tann týdningarmiklasti. Havsbrún leggur dent á eina sunna og heilsugóða vøru, sum er framleidd burtur úr burðardyggum rávørum, har atlit til fiskaheilsu, umhvørvi, stovnsrøkt, matvørutryggleika og effektiva laksaframleiðslu eru í hásæti.
Havsbrún er einasta virki í heiminum, sum hevur eina samantvinnaða framleiðslu av fiskamjøli, lýsi og laksa-fóðri.
Mett verður, at samlaða nýtslan av laksafóðri í Føroyum í ár verður umleið 90-95.000 tons. Samlaða sølan hjá Havsbrún bæði innan- og uttanlands væntast at verða millum 83-87.000 tons.
Íløgur
Í juli 2013 kunngjørdi Bakkafrost eina fimm ára íløguætlan. Endamálið við íløgunum er at tryggja, at Bakkafrost framhaldandi hevur besta kappingarføri, samstundis sum lívfrøðiligi váðin minkar, og framleiðsluorkan verður økt. Árligu íløgurnar vóru 170 milliónir um árið, umframt íløguna í ein nýggjan brunnbát á uml. 220 mió. Fyri árini 2014-2017 vóru samlaðu íløgurnar mettar til 900 milliónir. Bakkafrost hevur nú avgjørt at verða meira framsøkið. Góða gongdin viðførir, at nevnd og leiðsla í Bakkafrost meta tíðina vera ta røttu at hækka íløgurnar til at betra raksturin og ikki minst lívfrøðiligu trygdina. Tí verða tvær broytingar í íløguætlanini:
1.??tlanin við nýggja kryvji- og virðisøkingarvirkinum verður framskundað, og støðið hækkað, so kapp-ingarførið betrast 20 milliónir árliga. Hetta viðførir, at samlaða virkið ætlandi kann takast í nýtslu eitt ár fyrr enn upprunaliga ætlað, og íløgukarmurin hækkaður við 100 milliónum krónum.
2.Smoltframleiðslan verður økt, soleiðis at smoltini viga 200-300 gramm, tá ið tey verða sett á sjógv. Íløgukarmurin økist tíðskil úr 50 til 420 milliónir kr. Lívfrøðiligi váðin minkar, og framleiðslutíðin styttist á sjónum.
Samlaðu íløgurnar fyri árini 2014-2017 økjast sostatt úr 900 til 1.370 milliónir. Íløgurnar verða fíggjaðar yvir raksturin, við verandi lánsfígging og nýggjari fígging, um hetta er skilabest fyri felagið. Íløguætlanin verður tikin til endurmetingar árliga, og um óvæntaðar støður stinga seg upp, kann felagið útseta íløgur. Vinningsbýtispoli-tikkur felagsins er óbroyttur.
Fíggjarliga støðan
Góða gongdin á laksamarknaðinum og ein munadygg framleiðsla fara væntandi at økja um fíggjarligu møgu-leikarnar hjá felagnum. Ein stórur eginpeningur í mun til samlaðu ognirnar hjá felagnum saman við verandi fígging gera, at Bakkafrost er væl fyri fíggjarliga til at gjøgnumføra tær ætlaðu íløgurnar, sum liggja fyri framman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald