Fyrsta vikuskiftið í 2018 luttók badmintonlandsliðið í kapping í Reykjavík. Hetta var samstundis fyrstu kapping við nýggja landsliðsvenjarin, Sune Gavnholt.
Føroysku leikararnir spældu í A-rekkjuni og meistarabólkinum.
Aftaná innleiðandi umførini komu leikararnir í 8 hálvfinalur.
Hálvfinalurnar vóru bæði spennandi og tættar. Tá avtornaði vóru Føroyar við í trimum finalum. Bartal Poulsen í meistararekkjuni, Rani í Bø í A-rekkjuni og Jóhanna Osberg Højsted/Sólfríð Hjørleifsdóttir í A-rekkjuni.
??ll spældu tey sera gott í finalunum, sum tíverri endaði við tapi.
Venjaratoymið Sune Gavnholt og Aritra Nandy eru sera væl nøgdir við túrin í Íslandi.
"Eg hopi, at hendan kappingin hevur verið við til at motivera leikararnar til at arbeiða meira og harðari í teirra feløgum. Eg gleði meg at læra meira um leikararnar í føroyskum badminton, so at vit gerast enn sterkari.
Aritra Nandy og eg hava havt gott samstarv á hesum túrinum, og haldi eg, at vit eru eitt gott toymi, vit stuðla og hjálpa hvørjumøðrum", sigur Sune Gavnholt at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald