Vinna

Báðir partaeigarar eins kunnaðir

...

2017-03-20 17:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Á felags nevndarfundi í dag við nevndirnar í TF Holding samtakinum, varð tilgongdin ísamband við keypið av teim síðstu 30% í Eik Banka gjøgnumgingin. Nevndirnar hava havtmøguleika at umrøða gongdina við stjórn. 

Eftir fundin staðfestu nevndirnar m.a., at báðir partaeigarar hjá Eik Banka fingu eins kunningum avgerðina hjá TAKS. Nevndin í Eik Banka varð kunnað á nevndarfundi tann 24. august2015. Umboðið hjá Finansiel Stabilitet var ikki til staðar á fundinum, men fekk kunningsendandi 31. august 2015, kl. 09.40. Vit mugu tó tíanverri staðfesta, at hendan kunning fórikki víðari til Finansiel Stabilitet. Staðfest varð eisini at Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri íEik Banka, hevur hildið sína fráboðanarskyldu í samband við keypstilgongdina av bankanum. 

Nevndirnar vóru nøgdar við kunningina, sum tær tóku til eftirtektar, og meta málið at veraavgreitt.

Tórshavn 20. mars 2017 

Arni D. Brattaberg, nevndarformaður í TF Holding 

Torben Nielsen, nevndarformaður í Eik Banka


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder