JN

Bach í kertuljósi

...

2018-11-03 09:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í aldargomlu ??lavskirkjuni í Kirkjubø, verður aftur í ár konsert við tónleiki eftir Johann Sebastian Bach.

Tónleikurin verður framførdur í myrkri. Tónleikararnir spæla undir glæmuni frá kertuljósum, meðan kirkjan og søguliga umhvørvið, er prýtt við ljósmyndum av meistaranum sjálvum og eyðkendu nótaskrift hansara.

Tey, ið framføra í ár, eru:

Birita Poulsen, sangur - ??lavur Jakobsen, gittar/frásøgufólk - Jón Festirstein og Monika Stauss, violin - Jona Jacobsen, viola - Jens Chr. Guttesen, sello.

Hugleiðingar: Meinhard Bjartalíð, prestur - Myndaprýði: Carsten Macdonald Arnskov

Konsertin er hóskvøldið 6. desember og byrjar kl. 19.30.

Tónleikararnir byrja longu kl. 19.00 at spæla verk úr oratorium og orkestursuitum hjá Bach. meðan fólk kemur í kirkjuna. Síðani byrjar sjálv konsertin við sangum og tónleiki eftir Bach, ið ??lavur Jakobsen hevur lagt til rættis.

Eftir konsertina, ið varir slakan tíma, verður hugnaløta í Roykstovuni.

Konsertin er ókeypis. Avmarkað pláss er í kirkjuni.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder