Politikkur

Avmarka útlendingum at keypa ognir í Føroyum

...

2021-04-23 09:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Samgongan fer at seta avmarkingar á møguleikarnar hjá útlendingum at eiga fastogn í Føroyum.

Tað gera vit, tí vit ásanna, at tað er ein avbjóðing fyri føroyska bústaðarmarknaðin, at útlendingar hava ov lætta atgongd inn á marknaðin og keypa ognir, sum fyrst og fremst verða nýtt sum summarhús. Ognir, sum kanska kundu verið brúktar sum sethús hjá eini føroyskari familju.

Rættarnevndin í løgtinginum hevur viðgjørt uppskot til løgtingslóg hjá Høgna Hoydal um ognan av fastogn í Føroyum. Sambært umboðum frá millum annað Betri Heim og Skyn, sum vórðu hoyrd í nevndini, so er áhugin frá útlendingum vaksandi at keypa ognir í Føroyum. Í stóran mun snýr tað seg um ognir uttanfyri miðstaðarøkið.

Enn er trupulleikin ikki so stórur, at vit hava mist stýringina. Av umleið 600 ognum, sum verða seldar um árið, eru tað millum trý og 10 ognir, sum verða seldar útlendingum.

Avgerandi er tó, at vit taka stýringina áðrenn trupulleikin veksur seg ov stóran.

Tað gera vit eisini. Løgmaður hevur sent eitt uppskot til hoyringar, ið fer at regulera viðurskiftini. Uppskotið hjá løgmanni fer millum annað at tryggja, at tann, ið skal keypa fastogn í Føroyum, skal hava tilknýti til Føroyar. Hevur ein ikki fastan bústað í Føroyum ella ikki hevur búð í Føroyum í samanlagt fimm ár, kann ogn ikki keypast í Føroyum uttan eitt serligt loyvi.

Vit fegnast um, at løgmaður tekur trupulleikan í álvara. Tí fara vit at samtykkja uppskotið, tá tað verður lagt fram eftir ólavsøku

Christian Andreasen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder