Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2015, sum verður lagt fyri Løgtingið í dag, raðfestir landsstýrið serliga játtanirnar til heilsu-, útbúgvingar-, almannamál og samferðslu. Samstundis rekur landsstýrið ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk og heldur fram við arbeiðinum at minka hallið stigvíst hjá landinum.
???Vit kunnu nú staðfesta stóran vøkstur og framgongd í búskapinum. Nú ræður um at halda á við arbeiðinum at fáa hallið hjá landinum burtur. Í fíggjarlógaruppskotinum verður hallið minkað skjótari enn ætlað sambært játtanarkørmunum, samstundis sum vit raðfesta vælferðina í Føroyum.???, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur í dag lagt uppskot til fíggjarlóg fyri 2015 fyri Løgtingið. Uppskotið vísir, at netto-rakstrarútreiðslurnar verða 4.324 mió. kr., meðan inntøkurnar verða 4.460 mió. kr. Løguútreiðslurnar eru 276 mió. kr. Sostatt verður hallið í 2015 væntandi 139,7 mió. kr, sum er 57 mió. kr. betri enn samtyktu játtanarkarmarnir í vár.
Játtanin hækkar til heilsumál, serliga til endurvenjing, serviðviðgerð uttanlands og til viðgerð og fyribyrging av krabbameinssjúkum, so sum bróstkrabba og prostatakrabba. Játtanin hækkar eisini til almannamál, serliga til stakar uppihaldarar, og útbúgvingarmál, serliga til sernám og hægri útbúgvingar.
Samferðslan verður eisini styrkt við hægri játtan til Strandfaraskip Landsins.
Landið ger við hesum uppskotinum framvegis nógvar íløgur. Løgujáttanin fyri 2015 er umleið 276 mió. kr., sum fer at stimbra samfelagsbúskapin í 2015. Málið hjá landsstýrinum er framvegis at reka ein ábyrgdarfullan fíggjar- og búskaparpolitikk, sum hevur við sær, at hallið hjá landinum minkar stigvíst og er burtur í 2016.
???Við skilagóðum átøkum bæði á inntøku- og útreiðslusíðuni minkar hallið hjá landinum støðugt. Vit royna miðvíst at effektivisera almenna geiran, og tí er peningur settur av til at talgilda Føroyar. Henda umfatandi verkætlanin skal gera tað lættari bæði hjá borgarum og vinnulívinum, og gera okkum før fyri at reka tað almenna enn meira skynsamt???, vísir Jørgen Niclasen á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald