Framroknaðu játtanarkarmarnir vísa, at fíggjarlógin fer at hava hall í 2022, men hallið komandi árini minkar so líðandi. Landsstýrið ætlar tí at fremja átøk næstu árini og væntar avlop longu í 2023.
Landsstýrið hevur lagt játtanarkarmarnar fyri fíggjarárið 2022 fyri Løgtingið. Karmarnir fevna eisini um árini fram til 2026.
Endamálið við játtanarkørmunum fyri 2022-2026 er at vísa mettu og framskrivaðu gongdina í útreiðslum og inntøkum landsins næstu 5 árini við galdandi lóggávu og verandi virksemisstigi.
Málið er at minka hallið
Játtanarkarmarnir fyri 2022-2026 miða eftir at minka hallið hjá landinum, sum er komið av heimsumfatandi koronufarsóttini, ið hevur havt við sær búskaparkreppu um allan heimin. Føroyar eru tó millum tey londini í heiminum, sum eru komin frægast gjøgnum kreppuna, og búskapurin hevur higartil verið minni skalaður av koronufarsóttini, um vit samanbera okkum við onnur lond.
Landskassin hevði hall í 2020, og væntandi verður hall eisini í 2021 og 2022. Landskassin er tó søguliga væl fyri við einari nettoskuld, sum er minni enn 1 mia. kr.
??treiðslukarmurin fyri 2022 er mettur til 6.203,2 mió. kr. Rakstrarútreiðslurnar verða 5.667,4 mió. kr., og løguútreiðslurnar verða 535,8 mió. kr. Inntøkukarmurin verður mettur til 6.109,7 mió. kr. Framskrivaða úrslitið verður -93,5 mió. kr.
Heilsumál og almannamál dýrari
Serliga útreiðslurnar til heilsumál og almannamál fara at vaksa komandi árini. Tað hevur við sær, at fíggjarlógin við framskrivaðum inntøkuvøkstri hevur torført við at koma í javnvág.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at landsstýrið miðar eftir at hava avlop aftur í 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald