JN

Avlop kom tryggingartakaranum til góðar

...

2014-08-26 17:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir fleiri góð ár við lutfalsliga stórum avlopi, avgjørdi Tryggingarfelagið Føroyar at lækka prísin á tryggingargjøldunum í fjør. Fyrra hálvár hevur felagið verið rakt av fleiri miðalstórum skaðahendingum omanfyri tað vanliga. Príslækkingarnar saman við skaðagongdini høvdu við sær, at úrslitið eftir skatt fyri fyrra hálvár 2014 gjørdist eitt hall á 7,7 mió. kr.

Príslækking ávirkaði úrslitið 

Eftir fleiri góð ár við lutfalsliga stórum avlopi, valdi Tryggingarfelagið Føroyar í fjør at lata góðu úrslitini koma tryggingartakaranum til góðar, og lækkaði tryggingargjøldini, bæði privatu og vinnuligu, við upp til 20 prosent. Hetta er ein søguliga stór príslækking. Samstundis vórðu sparingar framdar, og er Tryggingarfelagið Føroyar millum bíligast riknu tryggingarfeløg í ríkinum, og hetta fær kundin eisini ágóðan av. Framdu príslækkingarnar í 2013 hava fingið fullan virknað í 2014, og síggjast minkandi tryggingarinntøkurnar tí aftur í hálvársúrslitinum hjá felagnum. 

Størri skaðaútreiðslur enn vanligt 

Fyrra hálvár varð tryggingarvirksemið eisini rakt av fleiri meðalstórum skaðum, sum ikki hava verið fevndir av endurtryggingum. Eitt nú skaðarnir á skipini ??got og Pison. Av tí sama eru samlaðu skaðarnir fyri egna rokning hægri enn sama tíðarskeið í fjør. Hálvársfrásøgnin vísir tí eitt hall á 7,7 mió. kr. samanborið við eitt avlop á 23,2 mió.kr. fyri fyrra hálvár 2013, tá fáir stórskaðar vóru. 

Nøktandi útlit fyri 2014 

Kapping frá føroyskum, íslendskum og donskum veitarum á skaðatryggingarøkinum veksur støðugt, meðan gongdin hjá Tryggingarfelagnum Føroyum eisini er tengd at stórskaðum og veðri og vindi. Hóast ilt er at meta um gongdina í tryggingarvirkseminum, so væntar leiðslan tó, at úrslitið við ársenda verður positivt. 

Regin Hammer, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum, viðmerkir: ???Við príslækkingini í fjør gekk Tryggingarfelagið Føroyar á odda við at fáa prísstøðið á føroyskum tryggingum niður. Longu frammanundan vóru okkara tryggingar bíligari enn í grannalondunum, og nú er tryggingarkostnaðurin hjá einum privatkunda hjá Tryggingarfelagnum Føroyum 20-50% lægri enn t.d. í Danmark. Hetta kunnu vit saman við kundum okkara gleðast um??? sigur Regin Hammer at enda. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder