JN

Avgjøldini geva størri inntøkur

...

2013-09-10 16:32 Author image
placeholder

Landskassin hevur fyrstu átta mánaðirnar fingið samanlagt slakar 30 milliónir krónur meira inn í innflutnings- og umsetningsgjøldum enn somu tíð í fjør. Tað vísir ein uppgerð frá TAKS.


Fyrstu átta mánaðirnar í ár hevur landskassin fingið 878 milliónir krónur í meirvirðisgjøldum av innfluttum vørum. Hetta eru 16,5 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í fjør. At inntøkurnar frá meirvirðisgjaldinum eru hækkaðar, hevur eisini við sær, at inntøkurnar frá samlaðu innflutningsgjøldum eru vaksnar fyrstu átta mánaðirnar. Landskassin hevur higartil í ár fingið eina milliard og 31 milliónir krónur í ymiskum innflutningsgjøldum samanborið við eina millard og 16 milliónir í fjør.

Innflutningsgjøld eru punktgjøld, innflutningsmvg og toll avgjøld.

Eisini umsetningsgjøldini eru hægri í ár. Umsetningsgjøld eru brennioljugjald, framleiðslugjald, skrásetingargjald og ferðaavgjald. Fyrstu átta mánaðirnar vórðu inntøkurnar frá hesum gjøldum 145 milliónir krónur, 15 milliónir hægri enn somu tíð í fjør. Hetta kemst fyrst og fremst av, at skrásetingargjaldið er økt 17 milliónir og ferðaavgjaldið við hálvu triðju millión samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder