Politikkur

Avgerðin um lofteftirlitsradaran verður tikin í Føroyum

...

2021-02-17 17:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eingin lofteftirlitsradari verður settur upp í Føroyum uttan, at avgerðin er grundað á eina politiska viðgerð í Føroyum. Tað svarar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, millum annað Beintu Løwe Jacobsen, tingkvinnu, í einum § 52a fyrispurningi um at seta radara upp í Føroyum.

???Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum hevur frá byrjan í samskiftinum við danskar myndugleikar gjørt vart við, at tað hevur avgerandi týdning, at ein avgerð um ein lofteftirlitsradara skal vera grundað á politiska viðgerð í Føroyum. Semja er við donsku stjórnina um hetta. Tí verður eingin ætlan útint, fyrr enn avgerð er tikin um málið í Føroyum,??? svarar løgmaður millum annað.

Í almennu frágreiðingini ???Forsvarsministeriets fremtidige oppgaveløsning??? frá 2016 verður tørvurin á radaraeftirliti úr Føroyum fyrstu ferð nevndur aftur, síðani táverandi radarin á Sornfelli var tikin niður.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum varð í november 2019 kunnaður av embætisfólkum sínum um, at ein lofteftirlitsradari í Føroyum møguliga fór at verða partur av sonevnda Arktis-kapasitetspakkanum hjá donsku stjórnini. Hetta var eftir samskifti á embætisstigi millum Uttanríkistænastuna og danska Verjumálaráðið.

Síðani hevur málið um kapasitetspakkan og tørvur á lofteftirliti javnan verið frammi í tíðarskeiðinum frá november 2019 til nú.

Sí svar løgmans her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder