2017-12-16 17:47
Um TB skal endurvinna steypafinaluna í ár, skulu tær vinna dystin ímóti SÍ í morgin!
Í løtuni liggur TB á øðrum plássi í bólki I við 4 stigum beint eftir Drátt, sum hevur 5 stig.
Á triðja plássi hevur SÍ 3 stig, meðan Ternan liggur á aftasta plássinum við ongum stigi.
Dysturin í Trongisvági í morgin kl. 14,30 verður sosatt avgerðandi fyri, hvør kemur víðari í hálvfinaluna saman við Drátti.
Ella við øðrum orðum ??? tann sum vinnur dystin hevur framvegis møguleikar at koma í steypafinaluna.
Støðan:
|
|
|
| Stig | Settmunur |
Dráttur | 5 | 3 |
TB | 4 | 2 |
SÍ | 3 | 1 |
Ternan | 0 | -6 |
|
|
|
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald