JN

Avgerð hjá Aganevndini hjá HSF - 25-25 verður standandi

...

2017-04-07 13:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Avgerð hjá Aganevndini hjá HSFí sambandi við kæru frá VÍF, eftir at mótmæli var lagt í hálvleikinum í dysti A171 í fremstumansdeildini millum Neistan og VÍF, sunnudagin 26. mars í Høllini á Hálsi. Kæran er send HSFmánadagin 27. mars kl. 14.38 og sostatt innan tíðarfreistina á 24 tímar eftir dystarlok. Kærugjaldið ersomuleiðis goldið. 

Kæran hjá VÍF

 VÍF vísir á, at tá seinni hálvleikur í dystinum skuldi byrja, finnur dómaraborðið útav, at har er eitt málminni á talvuni, í mun til tað sum stendur skrivað á dómaraseðlinum. Støðan á talvuni verður broyttfrá 14-11 til 15-11 til Neistan. Venjarin hjá VÍF hevur eftirfylgjandi hugt eftir bæði privatumupptøkum og upptøkum hjá Kringvarpi Føroya og viðmerkir hann, at tá dómaraborðið setur mál nr.12 á dómaraseðilin er hetta ein feilur. Leikari nr. 9 hjá Neistanum fær ikki mál ??? málmaðurin bjargar??? og har uppstendur feilurin. VÍF vísir á, at á upptøkunum sæst, at skrivarin noterar eitthvørt, táleikari nr. 9 hjá Neistanum brennir og metir VÍF, at her allarhelst verður skrivað mál á dómaraseðilin.VÍF krevur í fyrsta lagi, at HSF tekur skrivaða málið av aftur og setur úrslitið at vera 24-25 til VÍF, ella íøðrum lagi ásetur nýggjan dyst millum feløgini.

 ----------- 

Viðmerkingar hjá dómarunum 

Dómararnir í dystinum hava havt kæruna til viðmerkingar og greiða frá, at tá hálvleikur er í dystinum,so verða teir av dómarborðinum ??? skrivara og tíðtakara ??? gjørdir varðugir við, at Neistin á máltalvunistendur til at hava 14 mál, meðan niðurskrivingin á dómaraseðilin vísir Neistan til at hava fingið 15mál. Dómararnir tosa síðani við skrivara og tíðtakara um hetta. Í hálvleikinum royndi tíðtakarin atfara upp til ein kameramann í høllini at hyggja at dystinum, men fingu tey ikki greiðu á hesum. 

Dómararnir greiða frá, at teir sum dómarar ikki skriva málini niður, men fylgja við á máltalvuni, at altfer greitt fram. Tá skrivari í hesum føri helt fast við sítt ??? um at Neistin hevði fingið 15 mál - so valduteir at fylgja hesum og broyttu máltalvuna at vísa 15 mál til Neistan í byrjanini av 2. hálvleiki, greiðateir frá. Teir vísa á, at teir ikki mettu seg hava møguleika til at broyta niðurskrivingina av málum fráskrivara og litu á, at tað var rætt. 

Samstundis varð tosað við VÍF venjaran ??? Inga Olsen ??? um at hann beinanvegin leggur ???protest???,soleiðis at greiða kundi fáast á hesum seinni, um støðutakanin ikki var røtt. Hetta var gjørt.----------Viðmerkingar hjá NeistanumNeistin visir á, at talan er um óhepna støðu og at talan tykist vera um menniskjansligt mistak, sum erhent undir dystinum. Neistin sær tó ikki, hvussu hetta sambært teimum ásetingum, sum eru galdandií Føroyum kann broytast við skrivaraborðsúrskurði. Serliga, tí talan er um dómarameting, hardómararnir velja at bríksla seinna hálvleik ígongd, heldur enn at bíða teir minuttirnar, sum høvduverið neyðugir til at greitt ivamálið.

Neistin vísir á, at sambært føroysku kappingarreglunum kunnu sjónbandaupptøkur einans nýtast, tátalan er um harðskapsmál. Tað verður eisini staðfest í reglunum, at slíkar upptøkur aldrin kunnu havafylgjur fyri dystarúrslit. Sambært altjóða hondbóltsreglunum, grein 17:8, sum eisini eru galdandi íFøroyum, eru tað dómararnir, sum hava ábyrgd av at halda skil á støðuni í dystinum. Tí kann tað illatulkast sum ein roynd at fráskriva sær ábyrgdina fyri eitt mistak, tá dómararnir í síni frágreiðingskriva, at teir ???ikki skriva málini niður, men fylgja við á máltalvuni, at alt fer rætt fram???. 

Neistin viðmerkir víðari, at VÍF í fyrsta lagi krevur, at teir verða dømdir at vinna dystin 25-24. Neistinvísir á, at tað ikki ber til at broyta úrslitið av einum dysti, eftir at hesin er spældur. Reglurnar fyribæði dómsnevndir og ítróttadómstól staðfesta, at tað ikki er loyvt at broyta dómarans meting undirkapping. Ítróttarliga ber heldur ikki til at staðfesta, hvør endastøðan av dystinum hevði verið, ummunurin í hálvleikinum var eitt mál meira ella minni.

 ---------- 

Agnevndin ynskti hereftir, at Neistin tók støðu til konkreta uppáhaldið hjá VÍF um, at Neistin hevðifingið tilskrivað eitt mál meira í dystinum, enn liðið reint faktskt skoraði? Neistin hevði tó ikki fleiriviðmerkingar enn, at talan var um eitt menniskjansligt mistak.

 Viðmerkingar frá tíðtakara og skrivara.Tíðtakari og skrivari hava somuleiðis havt kæruna til viðmerkingar. 

Dómaraborðið greiðir frá, at tá uml. 26 min. vóru farnir av fyrra hálvleiki, gjørdi skrivarin vart við, atstøðan á talvuni og á dómaraseðlinum ikki samsvaraði. Tað bleiv talt eftir, um skrivari hevði gloymteitt tal ávegis uppeftir, men vísti tað seg, at tað gjørdi tað ikki. 

Tá hálvleikur er í dystinum, gjørdu tær dómarnar beinanvegin varðugar við støðuna. Tíðtakari valdi atspyrja seg fyri hjá áskoðarunum og hjá manninum, sum tók dystin upp. Áskoðarnir dugdu ikki at siga,at eitt mál manglaði á talvuni. Tíðtakari og upptøkumaðurin ???spolaðu??? dystin skjótt ígjøgnum frá24´inda minutti. Tað sýntist ikki at vera nakar ivi á upptøkunum, og skrivari hevði rætt í síni søk. Taðskal tó viðmerkjast, at ???spolingin??? gekk skjótt fyri seg, og sostatt ikki var nóg neyv, tí Ingi Olsen hevuralment víst á, at upptøkurnar vísa, at eitt mál er skrivað ov nógv. Tað varð prátað aftur og fram um,hvat skuldi gerast, og valdu dómarnir at fylgja skrivaranum, hetta tí, at dómaraseðilin er tað, sum ergaldandi til dystir. Skrivari og tíðtakari siga seg harmast um støðuna og vildu ynskt, at hetta aldrin varhent.

 ---------- 

Málið var síðani sent aftur til hoyringar hjá VÍF við viðmerkingunum hjá dómarunum og Neistanum. 

Seinnu viðmerkingar hjá VÍFVÍF vísir á, at tað sum er eitt sindur serligt við hesi klagu er, at feløgini eru samd í nærum øllum.Serliga, at talan er um eitt menniskjansligt mistak og at eitt mál er komið til Neistan av órøttum.

VÍF viðmerkir víðari, at dómararnir føra fram, at tá hálvleikur er í dystinum, verða teir gjørdir varugirvið, at tað ikki er samsvar millum tað, sum skrivarin hevur skrivað og tað sum stendur á máltalvuni.Dómarnir hava gjøgnum allan fyrra hálvleik góðtikið tað, sum stendur á máltalvuni og ikki tað sumstendur á dómaraseðlinum. Tí eigur at vera hildið fast í, at tað sum stóð á máltalvuni, 14-11, varrætta úrslitið av fyrra hálvleiki. 

Neistin førir m.a. fram, at ikki ber til at broyta dómarans meting undir kapping. Í hesum máli er ikkitalan um at broyta dómarans meting. Dómarnir siga ongantíð, at 15-11 er rætta úrslitið av fyrrahálvleiki. Teir heittu á okkum um at spæla víðari við støðuni 15-11, og at vit samstundis skuldu leggjaniður protest móti hesum, so greiða kundi fáast á, hvar feilurin var eftir at dysturin varð liðugtspældur. 

Víðari sigur Neistin, at ítróttarliga ber ikki til at staðfesta hvør endastøðan av dystinum hevði verið,um munurin í hálvleikinum var eitt mál meira ella minni. Tað er ongin ivi um, at neistaleikarar ogvenjari vistu fullvæl av, at tað var sera ivasamt um teir áttu 15. málið og at protest var løgd mótihesum, áðrenn seinni hálvleikur byrjaði. Eisini kann nevnast, at ein hjálpari á neistabeinkinum hevðinoterað málini, sum Neistin fekk í fyrra hálvleiki og henda skráseting vísti 14 mál til Neistan og ikki15.

 --------- 

Aganevndin ynskti hereftir, at fáa greiðari at vita frá dómarunum, hvat teir mettu rætta úrslitið avdystinum átti at vera, og um teir mettu at Neistin hevði fingið góðskrivað eitt mál. 

Seinnu viðmerkingar frá dómarunum 

Dómararnir viðmerkja, at sum fyriskrivað so fylgja teir við málskjótingini og hvat víst verður ámáltalvuni ígjøgnum allan dystin. Dómararnir vísa á, at um teir høvdu verið ósamdir um tølini ámáltalvuni, so høvdu teir steðgað tíðini og fingið rættlag á.

 Dómararnir boða frá, at teir bert sóu 14 mál til Neistan í fyrra hálvleiki. Men í hálvleikinum gerdómaraborðið ??? sera sannførandi, teir varugar við, at tað átti at verða 15 mál til Neistan.Dómararnir mettu ikki, at teir høvdu møguleika til at mótprógva hesum ??? og ikki sørt ørkymlaðir ???valdu at fylgja niðurskrivingina av málum á dómaraseðlinum, sum vísti 15 mál til Neistan. 

VÍF ynski um at taka kæruna aftur 

Leygardagin, 1. april kl. 22.10, sendir VÍF teldupost til HSF við ynski um at taka umtalaðu kæru aftur.Soleiðis sum kappingin nú fyrilá, eftir at VÍF hevði vunnið dyst móti KÍF saman dag, hevði VÍF einki atvinna við kæruni og ynsktu tí at trekkja kæruna aftur.

 ----------

 Neistin fekk hereftir viðmerkingarnar hjá dómarunum og ynski um afturtøka hjá VÍF til viðmerkingar. 

Seinnu viðmerkingar Neistans

 Neistin hevði ikki viðmerkingar til ynski hjá VÍF um at taka kæruna aftur. Í samband við útdýpandiviðmerkingarnar frá dómarunum undirstrikar Neistin, at tað eru dómararnir, sum hava alla ábyrgd ogallan avgerðarrætt viðvíkjandi máltalvuni. Enntá kann A-dómarin av sínum eintingum krevja broytingframda á máltalvuni, um hann hevur hug til tess. Saknaðu dómararnir prógv, ella vóru teir ???ørkymlaðir??? av støðuni, sum tikið verður til í frágreiðingini, kundu teir valt at bíða nakrar minuttirvið at bríksla seinna hálvleik ígongd, so greiða kundi verið fingin á ivamálinum. 

Aganevndin 

VÍF hevur kært málið eftir forskriftunum í grein 5.17 í kappingarreglunum. Víst verður á, at endaligaúrslitið av dystinum er skeivt, tí Neistin hevur fingið eitt mál ov nógv á dómaraseðlinum eftir fyrrahálvleik. 

Aganevndin hevur umrøtt og viðgjørt fyrispurningin hjá VÍF um at taka kæruna aftur. Aganevndinsær hetta ikki vera møguligt, hetta tí málið var tikið upp til viðgerðar og farið til hoyringar hjápørtunum. Hetta svarar til fasta mannagongd í tilsvarandi málum hjá danskahondbóltssambandinum og metir Aganevndin somuleiðis hesa mannagongd vera rætta. Støðan hjáVÍF í kappingini um FM-finalupláss broyttist, tá teir vunnu dyst A176 móti KÍF 1. apríl, hetta eftirkærda dystin móti Neistanum. Við sigrinum á KÍF, kann VÍF missa finalusessin, um teir tapa einumdyst móti Neistanum og Kyndil vinnur sínar eftirverandi dystir. Sostatt hevur málið eisini áhugahjá øðrum parti og kann gerast avgerandi. Aganevndin metir harvið, at rætta úrslitið av dystinumhevur týdning fyri kappingina sum heild, og kann VÍF ikki eftirfylgjandi taka kæruna aftur. 

Bæði Neistin og VÍF vísa á kappingarreglu 5.21 viðvíkjandi videoupptøkum. 

5.21 Videoupptøkur kunnu einans nýtast í harðskapsmálum. Avgerðir grundaðar á videoupptøkurkunnu tó aldri hava fylgjur fyri dystarúrslit. 

Aganevndin hevur havt málið til hoyringar hjá pørtunum og byggir sína avgerð á hesar frágreiðingar. 

Videoupptøkur eru ikki nýttar í viðgerðini.Vanligt er ikki, at hondbóltsdómarar skriva málini niður so hvørt í dysti og verður hildið skil ámálunum í dysti á máltalvuni. ??t frá frágreiðingini hjá dómarunum í hesum førinum, tykist heldur ikkiat hava verið nakað ivamál teirra millum, at støðan var 14-11 í hálvleikinum. Dómararnir metasostatt, at teir bert hava sæð 14 mál til Neistan í fyrra hálvleiki, meðan dómaraborðið í sínarifrágreiðing harmast um, at hava gjørt eitt mistak. Somuleiðis tykjast feløgini samd um, at rættastøðan í hálvleikinum var 14-11 

Aganevndin hevur í sínari avgerð lagt stóran dent á dómarafrágreiðingina, og at dómararnir bert sóu14 mál í fyrra hálvleiki. Hetta saman við frágreiðingunum frá hinum pørtunum, VÍF, Neistin ogdómaraborðinum vísir rættiliga greitt, at talan var um ein feil, og at Neistin bert fekk 24 mál ídystinum, meðan VÍF fekk 25. 

Aganevndin kann sambært § 6a, stk. 3, nr. 5 í viðtøkunum fyri agenevndina áseta, at nýggjur dysturskal spælast. Aganevndin metir at ein ikki kann útiloka, at gongdin í øðrum hálvleiki hevði veriðannaðleiðis, um rætta støðan framgekk av máltalvuni, og tískil er Aganevndin komin til tann úrskurð,at nýggjur dystur skal spælast millum liðini. ??rskurðurin verður sendur kappingarnevndini hjá HSF,sum ásetur nýggjan leikdag eftir seinasta leikumfar av grundspælinum. 

Aganevndin er tó samstundis av teirri fatan, at um tað, tá seinasta umfar av grundspælinum er spælt,er greitt, at ein umdystur ikki kemur at hava nakra ávirkan á samlaðu støðuna á stigatalvuni hjáNeistanum og hjá VÍF, hevur hvørki av hesum liðum nakran rættarligan áhuga í, at nýggjur dystur verður spældur, og Aganevndin ger tí samstundis av, at um so er, skal nýggjur dystur ikki spælast, ogskrásetta úrslitið av kærda dystinum, nevniliga 25-25, verður tí standandi. 

Avgerðir hjá Aganevndini kunnu kærast, umvegis [email protected], til Dómsnevndina 6 dagar frá tí atavgerðin hjá Aganevndini er komin fram til fram til partin, sum ynskir at kæra. 

Vegna aganevndina 

Jens Andrias Vinther, form. 

Niels Winther 

Hartvig Joensen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder