![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Prísurin at koyra um vikuskiftið hækkar 1. juni, og í heyst verður eisini dýrari at koyra gerandisdagar
Tíðindaskriv
Prísurin hevur verið hin sami síðani 2015, og tá tað er vorðið dýrari at liva og virka í samfelagnum seinastu árini, hevur P/F Auto avgjørt at hækka prísin.
Prísirnir hækka í tveimum umførum; eftir 1. juni hækkar prísurin at koyra um vikuskiftið, og 1. september hækka prísurin eisini gerandisdagar. Hetta rakar bæði privat- og vinnukundar, tí allir prísir felagsins verða broyttir samsvarandi.
P/F Auto leggur stóran dent á trygdina og umhvørvið, og tað er eingin loyna, at tað er kostnaðarmikið at hava nýggjar og tryggar bilar. Árið í fjør varð eisini tungt, tí korona farsóttin fór illa við hýruvognsvinnuni.
Tí heldur nevndin í P/F Auto, at tað er ráðiligt at hækka prísirnar í næstum. Bíligasti takstur verður nú 100 kr gerandisdagar, 110 kr um náttina og 120 kr um vikuskiftið.
Prístalvan verður somuleiðis einfaldari, har ein tíðarsona fellur burtur, so tað vera ein dagtakstur og ein náttartakstur. Gerandisdagar er dagtaksturin frá kl. 06:00 til á midnátt og um vikuskiftið frá kl. 08:00 til á midnátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald