Nevndin í Atlantsflogi bjóðar privatu partaeigarunum, at teir selja partabrøvini til felagið fyri kurs 210. Tað er týdningarmikið at fáa ognarviðurskiftini í rættlag, og at friður valdar kring felagið
Nevndin í Atlantsflogi vil nú hava greiði á spurninginum um privatu partabrøvini, sum mangan hava órógvað felagið í dagliga virkseminum seinnu árini. Tískil hevur nevndin avgjørt at bjóða privatu partaeigarunum eina avtalu um, at felagið sjálvt keypir privatu partabrøvini fyri kurs 210. Tað er umleið 49 prosent hægri enn dagsins virði í keypsskálunum, sum er 141.
Talan er um ein triðing av øllum partabrøvunum, ið felagið nú vil keypa aftur fyri kurs 210 svarandi til umleið 71 milliónir krónur. Atlantsflog fíggjar sjálvt ein part av keypinum við tøkum peningi, og felagið tekur lán til hin partin. Tilboðið frá nevndini er treytað av, at løgtingið samtykkir at broyta verandi løgtingslóg um einskiljing av Atlansflog, og at Vinnumálaráðið tekur undir við uppskotinum frá nevndini á einum eykaaðalfundi í felagnum.
Um privatu partaeigararnir taka av tilboðnum, so eigur landsstýrið aftur allan partapeningin í felagnum. Tað ber við sær, at Atlantsflog verður strikað á virðisbrævamarknaðunum í Keypmannahavn og Reykjavík.
Tað er kostnaðarmikið hjá einum lítlum felag at verða skrásett í keypsskálunum. Krøvini, sum skulu lúkast, hava við sær eyka arbeiði og eyka útreiðslur. Harumframt hevur handilin við partabrøvum í Atlantsflogi í roynd og veru verið lítil bæði í Keypamannahavn og í Reykjavík seinnu árini.
Um ætlanin at keypa partabrøvini frá privatu eigarunum skal útinnast í verki, skulu fýra treytir lúkast:
1. Føroya Løgting samtykkir at broyta løgtinslóg um einskiljing av Atlantsflogi (løgtingslóg nr. 102 frá 4. desember 2006) soleiðis, at ásetingin í lógini um, at felagið skal verða skrásett á virðisbrævamarknaðum verður strikað.
2. Minst tveir triðingar av partaeigarunum samtykkja uppskot um keyp av egnum partabrøvum á eykaaðalfundi í Atlantsflogi
3. Privatu partaeigararnir, sum umboða í minsta lagi 24 prosent av øllum partapeninginum í felagnum, góðkenna tilboðið frá felagnum um keyp av partabrøvunum.
4. Partaeigarar felagsins, sum umboða í minsta lagi 24 prosent av samlaða partapeninginum, góðtaka skrivliga tilboðið frá felagnum í seinasta lagi sjey dagar eftir eykaaðalfundur er hildin
-Tað er eingin loyna, at viðurskiftini kring privatiseringina og óvissan um, hvørt tilgongdin at einskilja helt fram, hava elvt til ófrið rundan um felagið. Slíkt kann ikki halda á, og tí vil nevndin hava hesi viðurskifti í rættlag. Tað er eisini av alstórum týdningi, at friður valdar kring Atlantsflog, nú lagt verður til brots av nýggjum, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður.
Vinaliga
Nevndin í Atlantsflogi
Fleiri upplýsingar fáast frá Niels Mortensen, nevndarformanni, á tel. 21 69 28.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald