2015-05-22 20:34
Atlantsfarið er ávegis til Ísland við fullum skipi - uml. 1.350 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa á Fáskrúðsfirði í Íslandi, teir verða á Fáskrúðsfirði seinnapartin í morgin.
Atlantsfarið hevur roynt eystur ímóti hetlendska markinum, har øll svartkjaftaskipini royna. Sagt verður at svartkjafturin stendur spjaddur og er heilt eysturi ímóti markinum við Hetland.
Vit tóku nakrar myndir í Vestmannasundi og í morgun tá ið Atlantsfarið kom á Miðvág - sí niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald