2015-10-24 01:45

Atlantsfarið kom á Fuglafjørð í dag, við 200 tonsum av sild, sum teir landa til Pelagos í Fuglafirði, sildin er sera góð, meðalstøddin liggur um 392 gramm. Teir brutu túrin av, tí teir høvdu tekniskar trupulleikar við onkrum av tólunum á brúnni.
Atlantsfarið fer nýggjan túr so skjótt, sum teknisku trupulleikarnir eru loystir.
Sildaprísurin er góður í løtuni, tað kemst av, at russarar ikki keypa sild úr Norra og Íslandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald