Vinna

Atlantic Petroleum verður skrásett á keypsskálanum í Oslo

...

2013-11-13 15:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Oljan.fo skrivar:

Atlantic Petroleum kunngjørdi í morgun úrslitið fyri 3. ársfjóðring 2013. ??rslit av primerum rakstri 3. ársfjórðing var 18,9 mió. kr. og úrslit áðrenn skatt var 7,2 mió. kr.

Atlantic Petroleum boðar eisini frá, at felagið í næstum ætlar at skráseta partabrøvini á keypsskálanum í Oslo. Í hesum sambandi er eisini ætlanin at fremja eina kapitalhækking. ??tlanin er at hækka eginpeningin við 150-200 mió. kr. Kapitalhækkanin skal fyrst og fremst nýtast til oljuleiting í Noregi og annars at fremja vakstrarætlanirnar hjá felagnum.

Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum, sigur, at tey fegnast um útlitini at blíva skrásett á keypsskálanum í Oslo. Skrásetingin fer at gera felagið meira sjónligt og verður ein varði á leiðini at fremja vakstrarætlanirnar hjá felagnum og oljuleiting í Noregi.

Atlantic Petroleum fer framyvir at vera skrásett á keypsskálunum í Keypmannahavn og Oslo. Felagið hevur í hesum sambandi søkt um at blíva avnoterað av keypsskálanum í Reykjavík.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder