Vinna

Atlantic Petroleum fýra loyvi aftrat í Bretlandi

...

2013-11-30 16:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Oljan.fo skrivar:

Jan Müller ur London. Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum hevur fingið tillutað fýra loyvi aftrat í 27. útbjóðingarumfarinum í Bretlandi. Tilsamans 52 nýggju leitiloyvi eru latin oljufeløgum.

Felagið hevur fingið tillutað loyvini saman við trimum øðrum oljufeløgum.

Centrica Resources er fyrsitøðufelag i øllum fyra loyvunum, sum eru i Norðsjonum:

Centrica Resources Limited,fyristøðufelag við 45%, Atlantic Petroleum UK Limited við 10% og GDF Suez E&P Ltd við 45%.

Centrica Resources Limited, fyristøðufelag við 90% og Atlantic Petroleum UK Limited við 10%.

Centrica Resources Limited, fyristøðufelag við 90% og Atlantic Petroleum UK Limited við 10%.

Centrica Resources Limited, fyristøðufelag við 40%, Atlantic Petroleum UK Limited við 20% og Holywell Resources Limited við 40%.

Loyvini í 27. útbjóðingarumfarinum vórðu latin fyri tíð síðani, men nøkur loyvi skuldu kanast nærri, aðrenn tey voru endaliga latin. Tað eru hesi, sum eru latin nú. Við hesum fýra leitiloyvunum hevur Atlantic Petroleum fingið tillutað tilsamans 8 loyvi á bretska landgrunninum í hesum útbjóðingarumfarinum.

Loyvini hava onga ávirkan á fíggjarligu støðuna hjá felagnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder