Atlantic Airways og Airbus hava gjørt eina avtalu um, at Atlantic Airways keypir ein Airbus 320, sum skal latast felagnum í endanum av 2016.
Atlantic Airways og evropeiska flogverksmiðjan, Airbus, hava í dag gjørt eina avtalu um, at flogfelagið keypir ein Airbus 320. Airbus skal eftir ætlanini lata Atlantic Airways flogfarið fram ímóti ársenda 2016. Sambært avtaluni við Airbus verður prísurin ikki almannakunngjørdur.
Tað er støðugt vaksandi tørvurin á rutuni millum Føroyar og Keypmannahavn, ið fær Atlantic Airways at keypa eitt størri flogfar, sum fyrst og fremst skal flúgva á hesi rutuni.
Airbus 320 tekur 168 ferðafólk, og tað er 24 meira enn Airbus 319, sum hevur rúm fyri 144 ferðandi. Atlantic Airways hevur í dag tríggjar Airbus 319 í flotanum, og av teimum eigur felagið eitt flogfar og lantíðarleigar tvey.
Nýggja flogfarið verður ??? eins og verandi flogfør ??? útgjørt við framkomnu navigatiónstøknifrøðini frá Airbus, RNP AR 0,1, sum higartil hevur havt við sær munandi betri reglusemi og harvið færri seinkingar. Talan er um eina tøknifrøði grundaða á GPS-skipanina, ið nú eisini er sameind við vanligu ILS-skipanina á flogvøllum, og sum samanlagt er eitt sera neyvt tól til innflúgvingar og útflúgvingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald