
Vit sóknast eftir starvsfólki at arbeiða innan Revenue Management, Distribution og Business Intelligence. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Høvuðsuppgávur hjá deildini
Deildin hevur ábyrgd av at fáa prísirnar út á okkara sølurásir, tryggja røttu prísásetingina á rutunetinum og stýra okkara útboði á bestan hátt útfrá eftirspurninginum, soleiðis at málini verða rokkin.
Starvið í høvuðsheitum
Dagliga avgreiðslu og optimering
Rutustýring/uppfylging
Stuðla prís- og vørumenning
Stuðla uppundir betringum á egnum sølurásum, víðkan av sølurásum, samstarv við samstarvsfelagar og arbeiði við lykla KT-skipanum
Skipan og viðlíkahald, greiningar og framløgur av ymsum dátum
Starvið inniber eisini, at tú so líðandi ert við til at stuðla uppundir rakstur og menning av skipanum innan títt arbeiðsøkið. Harumframt skalt tú av og á vera við í verkætlanum og menningarátøkum saman við øðrum pørtum av felagnum.
Um teg...
Tú hevur hevur styttri ella longri útbúgving við búskaparligari høvuðsgrein ella aðra viðkomandi útbúgving.
Tú ert analytisk/-ur , skipað/ur og dámar væl at arbeiða við tølum.
Tú ert businessmindað/-ur, dugir at finna loysnir og hevur áhuga í áhaldandi optimering.
Tú hevur hollar royndir við Office-pakkanum, serliga Excel.
Førleikar og/ella royndir innan Revenue Management KT-skipanum, ella líknandi KT-skipan frá øðrum ídnaðum, er ein fyrimunur.
Tú dugir væl føroyskt, danskt og enskt. Samskiftið í skipanunum er á enskum.
Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi fulltíðarstarv í eini dynamiskari fyritøku, har tú fert at arbeiða saman við dugnaligum starvsfeløgum og verður partur av eini deild, sum við eldhuga greiðir sítt arbeiði úr hondum.
Starvsstaður o.a.
Starvsstaðurin er á høvuðsskrivsstovu okkara í Vága Floghavn. Talan er um fulltíðarstarv. Løn og eftirløn verður ásett sambært nærri avtalu.
Umsóknir og umsóknarfreist
Vilt tú hava fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við John Eikhólm, Revenue Management deildarleiðara, á telefon 213 717 ella telduposti [email protected] ella Elina Sigvardsen, HR-leiðara, á telefon 213 702 ella telduposti [email protected].
Send okkum eina skrivliga umsókn saman við lívsrensli (CV) og viðkomandi skjølum á [email protected] ??? viðmerk ???Revenue Management analytikari??? í teldupostinum-heitinum.
Umsóknin skal verða Atlantic Airways í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 14. januar 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald