Vinna

Atlantic Airways hevur ikki selt eitt flogfar til Kanariuoyggjarnar

...

2020-06-30 22:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrradagin stóð at lesa á vp.fo, at Atlantic Airways hevði selt eitt av sínum flogførum til eitt nýtt flogfelag á Kanariuoyggjunum.

Vit hava spurt okkum fyri hjá Atlantic Airways um teir hava selt eitt flogfar. Árni Olsen, sølu og marknaðarleiðari hjá felagnum sigur, at Atlantic Airways ikki hevur selt nakað flogfar.

Atlantic Airways hevur í dag fýra flogfør. Teir eiga eitt Airbus 319 og eitt Airbus 320 flogfør, umframt tað langtíðarleigar flogfelagið tvey Airbus 320neo flogfør.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder