Vinna

Atlantic Airways avlop fyrra hálvár

...

2013-08-22 03:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

??rslitið hjá Atlantic Airways annan ársfjórðing í ár eftir skatt var 6,2 mió. kr. samanborið við 5,7 mió.

kr. í 2012. ??rslitið fyrra hálvár í 2013 var 3,5 mió. kr. samanborið við 1,4 mió. kr. í 2012. Fleiri

ferðafólk hava flogið við felagnum fyrra hálvár í ár enn í fjør. Vøksturin á 7 prosent stendst av, at

fleiri setur hava verið í útboði, og at fleiri lágprísferðir eru seldar

Samlaða sølan hjá felagnum vaks úr 215 mió. kr. fyrra hálvár í fjør upp í 234 mió. kr. sama tíðarskeið í ár.

??rslitið áðrenn avskrivingar og fíggjarpostar fyrra hálvár í ár var 37,7 mió. kr. samanborið við 31,7 mió. kr.

somu tíð í fjør. ??rslitið áðrenn avskrivingar og fíggjarpostar annan ársfjórðing í ár var 24,3 mió. kr.

samanborið við 24,7 mió. kr. í fjør.

"Vit hava flogið fleiri ferðafólk fyrra hálvár í ár enn í fjør, tí vit við Airbus-flogfarinum øktu um kapasitetin

fyrsta ársfjórðing, og tí fleiri lágprísferðir hava verið í útboði. Í juni kom næsta Airbus-flogfarið í flotan og fór

m.a. at flúgva til Milano. Hendan farleiðin hevur verið sera væl umtókt bæði millum føroyingar og italienarar,

eins og ferðafólk hava tikið væl undir við øktu flúgvingini til Barcelona,??? sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic

Airways.

Við næsta Airbus-flogfarinum er leiguflúgvingin eisini økt. Felagið hevur í summar flogið fyri fleiri danskar

ferðaskrivstovur til ferðamál í Grikkalandi, Sisilia, Sardinia, Korsika, Spania, Tunesia, Egyptalandi,

Turkalandi og til Grønlands. Triðja Airbus-flogfarið kemur í oktober og skal í vetur fyrst og fremst í

leiguflúgving úr Danmark. Flogfarið skal eisini styðja upp undir flúgvingina millum Føroyar og Danmark um

summarið.

Atlantic Airways hevði serstakliga stórar avbjóðingar av liggjandi mjørkaveðrinum í Føroyum í juli. Áhaldandi

mjørkaveðrið kostaði felagnum millum 7,5 og 8,5 mió. kr. í eykaútreiðslum. Airbus-flogførini eru útgjørd við

framkomnastu navigatiónsútgerð, teirri sonevndu RNP AR-útgerðini, og hetta spardi felagið fyri 20

afturvendingar í tíðarskeiðnum frá 28. juni til 24. juli, tá 54 flogfør annars vendu við ella avlýstu.

Danska uttanríkisráðið hevur fyri kortum mælt fólki frá at ferðast til Egyptalands, sum støðan er har í løtuini.

Triðja ársfjórðing ávirkar hetta ikki leiguflúgvingina hjá felagnum stórvegis, tí flúgvingin hagar hendan

ársfjórðingin er avmarkað, men heldur støðan fram fjórða ársfjórðing, tá meiri flúgving verður, kann tað

ávirka ársúrslitið.

???Sum støðan er í løtuni, vænta vit, at ársúrslitið verður á leið tað sama sum í fjør, men fyrivarni skal takast

fyri hækkandi oljuprísum, óstøðugum veðri og óstøðugum viðurskiftum í Egyptalandi,??? sigur Magni Arge.

ATLANTIC AIRWAYS

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder