Ítróttur

Átala til liðskiparan hjá Víkingi

...

2014-10-04 04:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt at geva liðskiparanum hjá Víkingi, Atla Gregersen átalu fyri tað, ið hann segði við Rás 2 eftir dystin ímóti HB mikudagin 1. oktober.

Fótbóltssamband Føroya vil við hesum harðliga átala Atla Gregersen fyri sín málburð á Rás 2 eftir dystin mikukvøldið 1. oktober 2014 ímóti HB. Sovorði verður undir ongum umstøðum góðtikið, og sum liðskipari hjá Víkingi og landsliðsleikari, átti Atli Gregersen at vita betri.

Fyri flest øll er fótbóltur eitt spæl við nógvum kenslum, og hesum skal eisini vera pláss fyri. Men leikarar hava til eina og hvørja tíð ábyrgd av at stýra sínum kenslum, og hava ongantíð rætt til at niðurgera onnur í almenna rúminum í sambandi við ein fótbóltsdyst.

Siðvenja er, at leikarar, venjarar og onnur umboðsfólk kunnu úttala seg til miðlarnar eftir dyst. Men havast skal í huga, at viðkomandi, ið úttalar seg, eigur at vanda sær um orðini, tá samskift verður við ella umvegis almennar miðlar.

Ásannandi, at tað eru persónar, sum í hesum kappingarárinum, ikki hava dugað sær hógv, eigur hetta at verða viðgjørt á komandi eftirmetingarfundi.

Kappingarnevndin hjá FSF hevur heimild at geva Atla Gregersen leikbann, men hevur í fyrstu atløgu valt at geva Atla Gregersen eina átalu. Hendan átala er eisini galdandi fyri allar aðrar leikarar í føroysku kappingini.

Tórshavn, 3. oktober 2014.

Kappingarnevnd FSF???s

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder