![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Fiskaaling: Gransking: Í nýggjari vísindagrein verða ymiskir kanningarhættir samanbornir at meta um tal av laksalýs í sýnum. Granskarar á Fiskaaling eru viðhøvundar á greinini, sum er kunngjørd í altjóða ritinum Journal of Fish Diseases.
Í greinini verður ein samanbering lýst av ymiskum háttum at kvantifisera laksalús í planktonsýnum. Verkætlanarleiðarin sendi planktonsýni við ávísum tali av laksalýs í, ókent fyri móttakaran, til ymiskar starvsstovur í Noregi, Skotlandi og Føroyum. Hesar starvsstovur brúktu síðani hvør sín kanningarhátt at meta um talið av laksalýs í sýnunum.
??rslitini vístu, at allir kanningarhættir hava ávísar fyrimunir og vansar, sum eisini eru lýstar í greinini. Fiskaaling gjørdi kanning við qPCR, og tað vísti seg at vera rættuliga ???density dependent???. Tað merkir, at um nógv plankton var í sýnunum, vóru úrslitini góð, meðan úrslitini vóru minni góð, tá lítið plankton var í saman við laksalýsnum.
Aðrir royndir kanningarhættir vóru ljósmikroskop, fluorescence mikroskop, flow-cam, ddPCR og fPCR. Einans ddPCR kundi sammetast við ljós mikroskopi.
Samantha Bui frá Havrannsóknarstovuni í Noregi stóð fyri verkætlanini. Gunnvør á Norði og Ása Jacobsen, granskarar á Fiskaaling, luttóku í kanningararbeiðinum.
Enska heitið á greinini er «Finding the needle in the haystack: Comparison of methods for salmon louse enumeration in plankton samples.»
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald