Mentan

At brenna uttan at brenna út

...

2013-11-19 21:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

???At brenna uttan at brenna út.???

Hóskvøldið 21. nov., hevur Njál M. Djurhuus ein viðkomandi fyrilestur í Frelsunarherinum, um at varðveita lívsgleðina í øllum umstøðum. Njál hevði ein fyrilestur í Norðurlandahúsinum i samband við SSP dagin. Og hetta, sum hann fer at taka fram hóskvøldið, er í tráð við tað sama.


Tí tað er umráðandi, at fólk og samkoma ynskja, at tað er eitt gott og jaligt samspæl fólkanna millum. Tí ræður tað um, at vit eru brennandi fyri tí uppgávu, sum Harrin hevur sett okkum til at umsita.

Løtan í Frelsunarherinum hóskvøldi, skal verða ein kveikjandi áarløkur fyri allar samkomur og einstaklingar.

Men vit mugu eisini síggja í eyguni, at broytingar mugu til, men fram um alt mugu vit hava sum mál, at tað kristna lívið má verða í menning til eina og hvørja tíð.

Dreymurin vit hava, má blíva verandi í okkum, og má umsetast til veruleika. Hóast tað, má tann einstaki í samkomuni síggja til, at hann ikki brennir ljósið í báðar endar.

Loysunarorðið má tí verða lívsgleði í arbeiðinum, so at tænastan ikki skal blíva eins og ein byrða. ??ll eru hjartaliga vælkomin!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder