Í bestu kvinnudeildini hittust H71 og Kyndil í Hoyvíkshøllini í kvøld, vit hittu kyndlaleikaran Ásleyg Sunadóttir, eftir at tær vunnu tryggan sigur á H71.
Fyrst tillukku við dystinum - hvussu upplivdi tú dystin?
Dysturin byrjaði øðuliga gott fyri okkum, tað koyrdi væl hjá okkum, vit komu á odda við 7 ella 8 málum, so virkaði tað sum at vit slakkaðu eitt sindur av, vit lovaðu teimum eitt sindur inn í dystin, men vit vóru ongantíð í vanda, vit vóru alla tíðina frammanfyri við einum fimm málum, so tað var fínasta slag.
Tykkara eyðkaspælarar fingu nógva spælitíð í dag, var tað fyri at spara stammuna til hálvfinalurnar?
Ja partvís, tær fáa eitt sindur av spælitíð - tær kundu gott fingið meira, men málini telja øðiliga nógv, so ja - partvís er tað fyri at spara hinar til leygardagin, tí tað er viktigari at vit vinna dystin leygardagin, enn at vit vunnu í dag, hetta er jú bara fyrsta stig til at vinna steypafinaluna.
Hvat roknar tú so við, hvussu verður dysturin leygardagin?
Eg veit ikki rættuliga, alt kann henda í steypakappingini, gottnok haldi eg sjálv, at vit hava annan fótin í finaluni nú, men eg veit ikki, vit taka sum tað kemur og fara sjálvandi at koyra 100 prosent - men alt kann henda í hondbólti, so eg tori einki at siga, segði Ásleyg Sunadóttir í stuttari viðmerking til JN.fo beint eftir dystin ímóti H71 í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald