2015-11-06 23:40

Danska uppisjóarskipið Asbjørn kom á Tvøroyri í dag við 1.300 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Varðin Pelagic. Tað er góð sild Asbjørn kemur við, støddin liggur um 390 gramm. Asbjørn hevur roynt í altjóða sjógvi norðanfyri, har onnur donsk skip eisini royna, eisini hevur Fagraberg roynt har.
Í løtuni landar Finnur Fríði á Tvøroyri, so Asbjørn má bíða til Finnur Fríði er liðugur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald