Vinna

Articon skal byggja høvuðssæti hjá BankNordic

...

2013-10-11 21:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

BankNordik hevur gjørt avtalu við Articon um bygging av nýggjum høvuðssæti, ið skal standa liðugt á Húsagarði á vári 2015.

Í vár seldi BankNordik verandi høvuðssætið og deildarbygningin í miðbýnum fyri at fara undir ætlanina um at byggja nýtt høvuðssetur á Húsagarði skamt frá verandi høvuðssæti bankans. Bankin gjørdi síðani avtalu við MAP Arkitektar, hvørs uppskot verður grundarlagið undir komandi projektering og bygging av nýggja høvuðssetrinum. Nú er avtala gjørd við byggifelagið Articon, sum skal standa fyri sjálvari byggingini.
BankNordik hevði ætlanir um at bjóða byggiverkætlanina út, men í samráð við ráðgevar bankans er bankin komin eftir, at tað er skilabetri at skipa arbeiðið eftir partalagsleisti við Articon. Hetta kemst einamest av stutta skotbránum til bankin skal kunna flyta inn í nýggja høvuðssætið. Á henda hátt kann Articon eisini vera við í tilgongdini at projektera byggiætlanina.
Miðað verður ímóti at gera projekteringina av bygninginum lidna innan ársskiftið, soleiðis at Articon kann fara undir byggingina hareftir. Á vári 2015 skal nýggja høvuðssetrið eftir ætlan standa liðugt á Húsagarði, soleiðis at øll starvsfólkini í samtakinum í Tórshavn verða savnað á einum stað í framtíðini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder