Vinna

Articon bíligasta tilboð til Viðareiðistunnil

...

2013-09-19 20:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

LISITATI??N: Undir lisitatiónini á Landsverki seinnapartin í dag gjørdist greitt, at eitt samtak við Articon á odda átti nógv bíligasta tilboðið til gerð av nýggjari farleið til Viðareiðis. Tó eru øll tilboðini omanfyri kostnaðarmetingina.


Tíðliga í summar vórðu seks byggifyritøkur undangóðkendar at bjóða seg fram til at gera tunnil og tilhoyrandi vegagerð í sambandi við nýggja farleið til Viðareiðis. Tá freistin var úti, og lisitatión fór fram á Landsverki í dag, vísti tað seg, at fýra fyritøkur høvdu tikið av tilboðnum at vera við í kappingini um at fáa arbeiðið.

Boðið varð út í tveimum. Einari upprunaverkætlan, sum er tann dýrara loysnin, og einari verkætlan við munandi sparingum.

Bíligasta tilboðið í báðum førum eigur samtakið millum føroysku fyritøkuna, Articon, og norska LNS. Teirra tilboð liggja á ávikavist 174,9 og 198,5 mió. krónum.

Næstur teimum liggur íslendska, Ístak, ið vil gera arbeiðið fyri ávikavist 208,9 og 234,7 mió. krónur. Síðani kemur MT Højgaard Føroyar við 213,1 og 233,1 mió. kr. Fjórða tilboðið er frá J&K Petersen, ið vil gera arbeiðið fyri 220,1 ella 251,7 mió. krónur.

Landsverk fer nú at taka støðu til innkomnu tilboðini.

Metingin fyri arbeiðið er ávikavist 158 og 174 mió. krónur, og samlaði fíggjarkarmurin hjá Løgtinginum fyri nýggju farleiðina til Viðareiðis er sambært verklagslóg 162 mió. krónur. Sjálvt arbeiðið skal eftir ætlan byrja næsta ár.

Farleiðin fevnir um ein umleið 1.850 metrar langan tunnil millum Hvannasund og Middal. Í Hvannasundi verður nýggjur vegur gjørdur til tunnilsmunnan, eins og nýggjur vegur úr Middali til Viðareiðis eisini skal gerast. Samlaða nýggja vegalongdin verður umleið fýra kilometrar.

Myndin ovast er frá lisitatiónini á Landsverki í dag. Í miðuni Jón Danielsen, stjóri í Articon, sum saman við norska LNS, eigur bíligasta tilboðið til nýggja Viðareiðisfarleið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder