JN

Ársins virki og ársins átak valt aftur í ár

...

2014-09-16 01:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Vinnuhúsið: Á árliga Vinnudegnum, sum í ár verður 26. september, verða Ársins Virki og Ársins Átak kosin. Endamálið við hesum er at menna vinnuligan hugburð og økja um virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikum og borgarum. Endamálið er eisini at geva virkjum, sum á einhvønn hátt hava klárað seg væl, eitt herðaklapp og treysti til at halda fram á somu kós.

At velja Ársins Virki er framhaldandi ein týdningarmikil partur av Vinnudegnum. Til at velja Ársins Virki situr ein dómsnevnd, ið er vald av nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Umframt at leggja dent á fíggjarlig úrslit seinastu árini, hyggur dómsnevndin eisini eftir, um fyritøkur hava víst framfýsni og áræði á ymiskum økjum, og um hetta hevur viðført menning og vøkstur av fyritøkuni. Hetta kann t.d. vera viðvíkjandi framleiðslu, útflutningi, útbúgving ella vøru- og tænastumenning.

 

Umframt heiðurin fær Ársins Virki eina serliga standmynd, ið er gjørd til endamálið. Talan er um eina standmynd stoypta í bronsu.

 

Ársins Virki hevur verið kosið á hvørjum ári, meðan Ársins Átak hevur verið kosið, tá mett hevur verið, at fyritøka ella persónur hava gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Hetta kann vera eitt einkult átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð. Sama dómsnevnd, sum velur Ársins Virki, velur Ársins Átak.

 

Fyri Ársins Átak verður latin ein minni standmynd, sum er eitt V úr stáli við búmerkinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag graverað í.

 

 

Hvør verður Ársins Virki og Ársins Átak 2014 verður avdúkað í Norðurlandahúsinum 26. september á Vinnudegnum 2014.

 

Skrá til Vinnudagin 2014 sæst her.

 

 

Vælkomin til Vinnudagin 2014 ??? melda teg til nú.

 

Ársins Virki higartil:

 

2000  Havsbrún

 

2001   Tórshavnar Skipasmiðja

 

2002   Vónin

 

2003   Vaðhorn

 

2004   Reyni Service

 

2005   Faroe Marine Products

 

2006   Thor

 

2007   Eik Banki

 

2008   ArtiCon

 

2009   Bakkafrost

 

2010   Tavan

 

2011   Vónin

 

2012   Luna

 

2013   Vest Pack

Ársins Átak higartil: 

 

2000   Ikki valt

 

2001   North Atlantic Fish Fair

 

2002   Teitur Lassen

 

2003   Formula.fo, Total View

 

2004   Atlantic Airways, sáttmálin Aker Stord

 

2005  Fariga Seafood

 

2006   Vinnuvitan

 

2007   Ikki valt

 

2008   Decision3

 

2009   Tórshavnar Matfestivalur

 

2010   Vilt í Suðuroy

 

2011   Jákup Zachariassen

 

2012    Varðin Pelagic

 

2013   KOKS

Í dómsnevndini sita:

 

 

Marita Rasmussen, stjóri í Føroya

Arbeiðsgevarafelag

 

Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri í Vinnumálaráðnum

 

Janus Petersen, stjóri í BankNordik

 

Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik Banka

 

Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya

 

Kristian Danielsen , stjóri Vest Pack, Ársins Virki 2013

 

Skrivari í dómsnevndini er Niels Winther, ráðgevi í Vinnuhúsinum.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder