Á árliga Vinnudegnum, sum í ár verður 27. september, verða Ársins Virki og Ársins Átak kosin. Endamálið við hesum er at menna vinnuligan hugburð og økja um virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikum og borgarum. Endamálið er eisini at geva virkjum, sum á einhvønn hátt hava klárað seg væl, eitt herðaklapp og treysti til at halda fram á somu kós.
At velja Ársins Virki er framhaldandi ein týdningarmikil partur av Vinnudegnum. Til at velja Ársins Virki situr ein dómsnevnd, ið er vald av nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Umframt at leggja dent á fíggjarlig úrslit seinastu árini, hyggur dómsnevndin eisini eftir, um fyritøkur hava víst framfýsni og áræði á ymiskum økjum, og um hetta hevur viðført menning og vøkstur av fyritøkuni. Hetta kann t.d. vera viðvíkjandi framleiðslu, útflutningi, útbúgving ella vøru- og tænastumenning.
Umframt heiðurin fær Ársins Virki eina serliga standmynd, ið er gjørd til endamálið. Talan er um eina standmynd stoypta í bronsu.
Ársins Virki hevur verið kosið á hvørjum ári, meðan Ársins Átak hevur verið kosið, tá mett hevur verið, at fyritøka ella persónur hava gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Hetta kann vera eitt einkult átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð. Sama dómsnevnd, sum velur Ársins Virki, velur Ársins Átak.
Fyri Ársins Átak verður latin ein minni standmynd, sum er eitt V úr stáli við búmerkinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag graverað í.
Hvør verður Ársins Virki og Ársins Átak 2013 verður avdúkað í Norðurlandahúsinum 27. september á Vinnudegnum 2013.
Ársins Virki higartil: 2000 Havsbrún 2001 Tórshavnar Skipasmiðja 2002 Vónin 2003 Vaðhorn 2004 Reyni Service 2005 Faroe Marine Products 2006 Thor 2007 Eik Banki 2008 ArtiCon 2009 Bakkafrost 2010 Tavan 2011 Vónin 2012 Luna | Ársins Átak higartil: 2000 Ikki valt 2001 North Atlantic Fish Fair 2002 Teitur Lassen 2003 Formula.fo, Total View 2004 Atlantic Airways, sáttmálin Aker Stord 2005 Fariga Seafood 2006 Vinnuvitan 2007 Ikki valt 2008 Decision3 2009 Tórshavnar Matfestivalur 2010 Vilt í Suðuroy 2011 Jákup Zachariassen 2012 Varðin Pelagic | Í dómsnevndini sita: Marita Rasmussen, stjóri í FøroyaArbeiðsgevarafelag Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri í Vinnumálaráðnum Janus Petersen, stjóri í BankNordik Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik Banka Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya Atli Gregersen , stjóri Luna, Ársins Virki 2012 Skrivari í dómsnevndini er Niels Winther, ráðgevi í Vinnuhúsinum |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald