2019-01-09 08:02

Í gjár vóru boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways fyri fyrstuferð í ár. Tað var klokkan 15:11 at MRCC støðin í Havn fekk eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein persón av suðuroynni og norð á Landssjúkrahúsið.
Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum lendi í Froðba klokkan 15:38, og fór síðani norð við sjúklinginum. Tyrlan lendi við Landssjúkrahúsið klokkan 16:06.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald