Ítróttur

Ársins fótbóltsbrak á Rás 1

...

2014-08-29 07:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leygardagin verður Gundadalur karmur um ársins fótbóltsbrak. Túsundatals áskoðarar rópa á Tórsvølli á HB, Víking ella KÍ. Tey reyðsvørtu ætla sær uppá steypatindin aftur, men fyrst skulu tey koppa teimum ljósabláu víkingunum og ikki minst teimum sigursvandu klaksvíkskvinnunum.

Ein góðan dag rúmast 5-6000 fólk á Tórsvølli, men hendan dagin hava allir føroyingar - heima og úti í heimi - møguleikan at fylgja hvørjum skoti, hvørjari avlevering og hvørjari takling beinleiðis í síni egnu stovu.

Rás 1 hjá Televarpinum varpar leygardagin 7 tímar av beinleiðis sjónvarpi av Tórsvølli. Frá klokkan 15.30 verður hitað upp til steypafinaluna millum kvinnurnar hjá KÍ og HB, sum byrjar klokkan 16.15.

Klokkan 19.45 standa Atli Gregersen og Fróði Benjaminsen klárir við sínum monnum, tá ið Víkingur og HB bresta saman. Longu frá klokkan 19.00 er Kaj Joensen til reiðar í sjónvarpsstovuni saman við serfrøðingum, innsløgum og forvitnisligum samrøðum.

Sjónvarpsfrásøgnin byrjar tá ið kvinnurnar hita upp og endar aftaná at ljósið er slóknað á Tórsvølli.

97% av øllum føroyingum hava møguleika at síggja Rás 1 einans við einari vanligari sjónvarpsantennu. Rás 1 er tann sjónvarpsrásin hjá Televarpinum, har tíðindini frá Portal.fo vanliga eru at síggja á einum bláum skíggja. Rás 1 er opin og atkomilig hjá øllum sum hava ein flatskerm, sum megnar at taka inn MPEG-4 signalið.

Tað er sp/f Content, sum í samstarvi við FSF, stendur fyri at framleiða steypafinalurnar til sjónvarp. Content hevur til høvið savnað eitt lið av professionellum sjónvarpsfólkum og leiga ein sjónvarpsbil úr Íslandi.

Meira kann lesast um dystin, liðini, umstøðurnar og sendingina annars á heimasíðuni www.steypafinalan.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder