Arnar Dam fer í septembur at fjakka, og verður tí vekk stóran part av hondbóltsárinum, hann hevur tí valt fyribils, at leggja floytuna á hilluna. Fjakkingin hjá Arnari kemur eisini at ávirka kappingarárið hjá honum í fótbólti, hann spælir nevnliga eisini í Betri-deildini. Tað hevur við sær, at hann ikki verður við teir seinastu dystirnar í kappingarárinum.
Væntandi fara Gert Hansen og Thomas Juul S. Thomsen at døma saman komandi kappingarár.
Arnar sigur, at tað hevur verið spennandi og læruríkt, at dømt hesi seinastu árini.
- Tað hevur verið gott at arbeitt við einum makkara, sum man kennir væl frammanundan. og sum man dugir væl at arbeiða saman við. Eitt tað besta vit báðir hava gjørt í sambandi við dømingina er, at ogna okkum eitt headsett, sum ger tað munandi lættari at vera dómari. Hetta er nakað allir dómarar skuldu fingið sær. Viðvíkjandi ársins dómarapari, so er tað altíð hugaligt at fáa eitt herðaklapp fyri sítt avrik.
Leggjast kann afturat, at Gert dømdi saman við Eyðun Samuelsen í 2014, tá vunnu teir heiðurin sum ársins dómarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald