Vinna

Árni Dam sendi skriv til russiska ambassadørin í Danmark

...

2014-08-13 15:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í samband við russisku blokaduna av vørum úr EU til Russland, gjørdi umboðsmaðurin hjá Faroe Agency - Árni Dam - eitt stórarbeiði fyri at fáa váttan frá russum, at Føroyar ikki vórðu við í blokaduni.

Hann skrivaði m.a. bræv til russiska ambassadørin í Danmark - sí niðanfyri:

Til ambassadør of the Russian Dederation to the Kingdom of Denmark

Mr. Mikhail Vanin.

Brævið var soljóðandi - her á føroyskum:

Fyrst takk fyri - tá ið kona mín og eg vóru og heilsaðu uppá tykkum tann 11.06.2014.

Sum tit vita, so hevur handilin ímillum Føroyar og Russland vaksið hvørt ár, vit hava selt nógvan pelagiskan fisk og laks til Russland.

Sum tit eisini vita, so hava Norra og EU blokerað Føroyar í eitt ár, og onga vøru keypt úr Føroyum.

Undirritaði hevur verið í samband við Føroya løgmann - Kaj Leo Holm Johannesen - og sagt honum takk fyr, at Føroyar ikki stuðla Norra og EU við at boykotta Russland. Tað segði løgmaður eisini í gjár í Kringvarpi Føroya.

Í dag tann 08.08.2014 kl. 12.45 ringdi Føroya løgmaður til mín og segði, at teir gjørdu alt fyri at Russland ikki straffar Føroyar, tí vit eru ikki uppi í EU.

NB. Ein frysti-bátur var á veg til Føroyar eftir makreli til Russland, men skipið hevur kanslað túrin, tí teir rokna ikki við at sleppa av við lastina, tí í St. Pætursborg vita teir ikki betri, enn at vit eru í EU.

Harra Mikhail Vanin, vit vóna at Russland ikki gloymir Føroyar, tí Føroyar var fyrsta land, ið gjørdi fiskivunnuavtalu við Russland, tað var í 1977 í Tórshavn.

Vit vóna tað besta.

Heilsan

Árni O. Dam

Honorary consul on The Faroes.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder