JN

Arctic Voyager hevur rent á land

...

2019-11-04 00:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Fyri einum góðum tíma síðani rendi Arctic Voyager á land eystan fyri Vónina í Fuglafirði. 

Arctic Voyager fór at leka, men av MRCC verður upplýst at hann er við at tømast fyri sjógv nú. Brimil var á Fuglafirði og fór beinavegin til Arctic Voyager. Tjaldrið er ávegis úr Runavík og Ziska úr Klaksvík.

Eingin vandi er á ferð upplýsir MRCC.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder