2020-09-06 12:29

Arctic Voyager fór fyri løtu síðani at sigla inn av makrelfeltinum, skipini royna í løtuni norðast í føroyskum sjógvi.
Arctic Voyager hevur henda túrin fiskað 600 tons av makreli.
Arctic Voyager verður á Vestmanna fyrrapartin í morgin har teir landa til Vestmanna Seafood, tá ið teir eru lidnir har verður fari til Pelagos í Fuglafirði. Eisini verður nakað koyrt suður til virkið í Hvalba.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald