2021-04-17 09:23
Rækjutrolarin Arctic Viking er farin at sigla heim av Flemmish Cap, teir hava 470 tons av rækjum.
Fiskiskapurin hevur verið góður, teir fóru av Kollafirði 11. mars, og byrjaðu fiskiskap 17. mars.
Manningin telur 17 - bæði kvinnur og menn, skipari er Bjarni Petersen.
Væntandi verða teir heima um eina viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald