Vinna

Arctic Viking hevur bara verið heima á jólum 2 ferðir í 28 ár

...

2014-12-28 19:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Seinasta sunnumorgun loysti Arctic Viking úr Hirtshals. ??tlanin var at fara beinleiðis til fiskiskap við Svalbard, men av ymsum ørsøkum komu teir á Føroyar, og hevur skipið ligið á Kollafirði um jólahalguna.

Seint í gjárkvøldið loystu teir av Kollafirði, teir eru í morgun einar 90 fj. norður úr Føroyum.

Les eisini HER.

Skiparin Bjarni Petersen skrivar í morgun:

Nú fóru vit so endiliga avstað í gjárkvøldið eftir eitt langt verftupphald,av tí at alt bleiv forsinkað og als onki rækju-fiskarí er við Svalbard nú vegnaís trupuleikar . Hartil er onki enn í Barenshavinum ella russiskum sjógvi, so løgdu vit leiðina heim at haldaJól fyri arðu ferð i skipsins 28 ára søgu.

Grand  Bank og Flemisc Capp er nústongt (veiðubann) fyri rækjur, og fiskaloysi er við Eysturgrønland sum núannars var álitið fyrr hesa árstíðina

Men  rækjuprísurin er góður oghækkandi og oljan er lækkandi, so vit mugu sýggja ljóst uppá tað hóast allarhesar skerjingar.

Vit hava skift froenanleggið (hetta er umhvørviskrøv vegna ozonlagið ??)sum skuldu gerðast innan 2015, hetta bleiv eitt nógv meir umfatandi arbeiði ennvit roknaðu við.

Skipskrananar máttu skiftast ella umvælast, tað var eisini eitt krav frámynduleikunum, men teir gomlu vóru eisini sera vánaligir

Hartil skipið málað orduliga, hann sá verri út enn tann ringasti russarinog man tordi næstan ikki í femminda havn

Á fabrikkini hava vit skift rækjukókarnar til eitt nýtt slag, sum kókar eina ogeina rækju , teir gomlu kókaðu 50 kg ísenn. Hetta gevur eina munandi beturgóðsku.

 Pakkilinjan og merkingasystemi ereisini skift, merkingin var eisini eitt krav frá mynduleikunum, í dag skal alt, sum skal etast merkjast so væl og nógv, at fólk hava ikki ánilsi av hvat er íella tilsett, alt farið yvir gevind, sum so nógv annað har kontórfólk og frøðingar skulu bestemma, hevði Martinius liva - so hevði hann sikkurt sagt, athetta er verri enn skrivstovuveldið í Arkangelsk, tá hann var har i 1917 - tanntiltikna ísveturin, fyri at spara blekkið góðust teir við at seta prikk yviri, harvið spardu teir 17 tunnir av blekki so teir júst kláraðu seg til ½ august tá isurin varð burtur.

T.D fingu vit ávaring sísta túr at vit ikki høvdu skriva PRA á eskjurnar(koda fyri prawn/ rækjur), hetta hóast at tað stendur PRAWN á 6 ymiskum málumog mynd av rækjum á eskjuni - so als ongin ivast í at rækjur eru í.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder